- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Fótbóltsleikarar eru ikki samkyndir"
Í gjár boðaði kendi fyrrverandi týski fótbóltsleikarin Thomas Hitzlsperger alment frá, at hann er samkyndur. Tað er sera sjáldan at elitufótbóltsleikarar tora at standa fram alment við tílíkum, men í gjár tók Hitzlsperger eitt fet nærri bardaganum millum fótbólt og homoseksualitet.
Homoseksualitetur og fótbóltur hava ongantíð verið tann heilt góði cocktailurin hevur tað víst seg. Homoseksualitetur er at kalla eitt tabu evni í fótbóltsheiminum, og mann hevur kanska hug at siga, at eingir fótbóltsleikarar eru samkyndir.
- Eg eri samkyndur, og eg fortelji tað, tí eg gjarna vil seta kjakið um homoseksualitet í toppítrótti á dagskránna, sigur Thomas við týska blaðið Die Zeit.
Justin Fashanu varð í 1990 fyrsti fótbóltsleikarin í Englandi, sum alment kom út sum samkyndur. Eftir hetta tóku liðfelagar hansara og onnur frástøðu frá honum. Hann varð heilt útstoyttur av felagsskapinum. Hann bleiv í 1998 ákærdur fyri at hava neyðtikið ein 17 ára gamlan drong. Hann noktaði seg sekan, kláraði ikki trýstið og valdi tí at gera sjálvmorð.
Bayern München leikarin Philipp Lahm tók m.a. útgangsstøði í hesum tilburðinum, tá hann í 2011 útgav eina bók, har hann fortaldi um, hvussu tað var at verða skyldaður at vera samkyndur. Tað gingu á sinni leysatíðindi runt um, at Philipp Lahm var samkyndur. Hetta hevur hann síðani avsannað. Hann mælir í bókini øllum fótbóltsleikarum frá at springa út sum samkyndir, tí mann sá, hvat hendi við Justin Fashanu. Hann hevur eisini sagt, at hann ikki skilir hví tað enn er eitt so stórt tabu at vera samkyndur fótbóltsleikari.
Ein norskur yrkisleikari, Thomas Berling, fekk eisini sínar avleiðingar av at springa út sum samkyndur í 2000. Venjarin hjá honum dømdi hann harðligt – happaði hann nærmast. M.a. varð hann spurdur, hvar hann nú skuldi brúsa sær, tí tað var jú "óhoyrt" at lata hann vaska sær við liðfeløgnum. Tað endaði við, at Thomas Berling steðgaði at spæla yrkisfótbólt.
Hvør minnist ikki polska málverjan hjá FC Midtjylland Arek Onyszko, sum í 2009 kom út við einari sera beintframligari og diskriminerandi útsøgn um bøssar? Í hansara sjálvbiografi skrivaði hann nevniliga hetta á donskum:
- Eg hati bøssar. Tað geri eg virkuliga. Eg haldi, tað er so fucking vemmiligt. Tað er vemmiligt at hoyra teir tosa saman. Sum um teir eru gentur. Eg kann ikki vera í rúmi við nøkrum, sum er bøssi. Síggja teir mussa hvønn annan. Tað er so vamlisligt. Eg havi ongantíð upplivað bøssar á einum fótbóltsliði. Tað kann ikki lata seg gera.
Orsaka av hansara útsøgnum í bókini, varð hann koyrdur sum málverji í FC Midtjylland. Annars skrivaði hann eisini í bókini, hvussu hugtikin hann er av rockarabandanum Hells Angels.
Thomas Hitzlsperger er 31 ár og hevur spælt við m.a. Aston Villa, VfB Stuttgart og Everton. Hann hevur eisini verið fastur leikari á týska A-landsliðnum frá 2004 til 2010. Vónandi hevur Hitzlsperger gjørt ein lítlan mun, so samkynd eisini kunnu føla seg heima í fótbóltsheiminum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |