- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tina Dickow kemur hendan vegin

Danska Tina Dickow kemur til Føroya tíðliga í summar at syngja í Norðurlandahúsinum. Hetta stendur í dag at lesa á in.fo, sum hevur fingið tíðindini úr nýggja faldaranum hjá Norðurlandahúsinum.
Veitst tú ikki heilt hvør Tina er, so er hon ein "singer-songwriter" og hevur selt upp í móti einari hálvari millión. Hon er avgjørt ein av teimum heilt stóru sangarinnunum í danska kongaríkinum. Hon er gift við íslendska tónleikaranum Helgi Jónsson.
Hon syngur t.d. sangin "Open Wide", sum viðurkenning fyri á fløguni "Count to Ten". Generelt er fløgan full við hittum - "Night Cab, On the Run, Sacre Coeur, You Know Better" o.s.fr. Internationalt gongur hon við navninum Tina Dico.
Í 2010 útgav hon fløguna "Welcome Back Color". Eitt av løgunum her er skrivað av okkara Teiti Lassen. Lagið er "Let's Go Dancing", og Teitur og Tina syngja tað saman sum ein duett. Sangurin kom originalt út á Teitursa fyrstu fløgu, "Poetry and Airplanes".
Hennara stílur minnir heldur ikki sørt um tann hjá Teiti. Annars er hon inspirerað av Bob Dylan, Tracy Chapman og Eddie Vedder, sambært Wikipedia.
Norðurlandahúsið hevur ikki kunngjørt annað enn, at hon kemur til Føroya 7. juni 2014. Enn stendur einki at lesa um tiltakið, men tað kemur nokk í nærmastu framtíð.
Mest spæla sjónbandið á Youtube av henni er lagið "Halleluja", sum hon tulkar saman við Steffen Brandt. Her ber til at síggja tað.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




