- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar myndir prógva hópdráp í Sýria
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/a-picture-of-bashar-al-as-011.jpg?itok=8Diyq63x)
Familjurnar at hesum fangum hava fyrr fingið at vita, at hesir eru deyðir av antin kropsligum løstum ella sjúkum, men myndirnar, keldan hevur smuglað úr Sýria á geymum, eru sterkasta prógvið fyri hópdrápi.
Keldan setti seg í samband við tríggjar sakførarar, ið fyrr hava verið ákærar í krígsrættunum í Jugoslavia og Sierra Leone, og hesir tríggir bera nú tíðindini um hesar myndirnar fyri heimsfjølmiðlunum.
Hóast ST og aðrir mannarættindabólkar fyrr hava skuldsett Bashar Al-Assad, forseta í Sýria, fyri brot á altjóða mannarættindini, eru hesar nýggju myndirnar sterkasta prógvið higartil í sakini móti hansara stýri.
Í morgin, 22. januar, byrjar Geneva II ráðstevnan í sveisiska býnum, har heimsins leiðarar skulu royna at finna eina semju um trupulleikarnar í miðeystri við serligum atliti at eini friðaravtalu millum sýrisku stjórnina og uppreistarbólkarnar í landinum.
Les alla frágreiðingina og síggj nakrar av myndunum á heimasíðuni hjá The Guardian her.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |