Hugtakandi finskir tónar frá Emmu Salokoski

Savnsmynd
Hugtakandi finskir tónar frá Emmu Salokoski
Hesar seinastu dagarnar hava list, dansur og tónleikur sett sín dám á Norðurlandahúsið. Mumitrøllini hava spælt sín leiklut væl, og hevur Mumistovan verið vælumtókt, men í gjárskvøldi var tað Emma Salokoski, ið gav okkum ein bita av finsku mentanini.
07.02.2014 - 20:45

Við einum miðlaarbeiði fylgja nógvar ymiskar og spennandi uppgávur. Ein uppgáva kann vera at fara til ein barnafestival og spyrja 20 børn, hvat hoppiland var best, meðan ein onnur snýr seg um at biðja nakrar fullar festivalgestir kappast um at syngja Dynamitsangir. Í gjárskvøldi fekk eg í boði at fara til eina singer-songwriter konsert, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum, og ógvuliga spent fór eg niðan og helt, at tað snúði seg um ungar, føroyskar tónleikarar, ið vildu bróta ígjøgnum. 

 

Ein tummilfingraregla, tá ið mann arbeiðir í miðlunum, er, at mann eigur altíð at gera eitt sindur heimaarbeiði, so at mann veit, hvat tað heila snýr seg um. Tá ið eg fái handað mítt atgongumerki, stendur Emma Salokoski á tí, og einki stendur um nakra føroyska singer-songwriter konsert. Sum við so nógvum øðrum finskum, so hevði eg ikki ánilsi yvir, hvør hon var, men sum við so nógvum øðrum finskum var eg seld aftaná fyrsta tónan.

 

Ráhugni, sveimandi tónleikur og deiligar rytmur lýsa nokkso væl konsertina í gjárskvøldi hjá finsku singer-songwriter stjørnini, Emmu Salokoski. Konsertin byrjaði við onkrum, ið minti um suðurameriskan gøtutónleik, ið gav tær hug at fara upp at dansa. Tónarnir gjørdist so við og við meira sorgblídnir, men samstundis hugkveikjandi, og við einum braki endaði tann dárandi Emma Salokoski frálíku konsertina í hugnaligu karmunum í Norðurlandahúsið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.