Norrøna Ungmannafelag Føroya í Norðurlandahúsinum

Norrøna Ungmannafelag Føroya í Norðurlandahúsinum
Norrøna Ungmannafelag Føroya (NUF) verður ein politiskt óheftur felagsskapur, sum fer at arbeiða fyri at gera samstarvið og sambandið millum tey norðurlendsku londini sterkari. Í morgin verður stovandi aðalfundur.
07.02.2014 - 17:15

Í morgin verður stovnandi aðalfundurin hjá Norrøna Ungmannafelag Føroya (NUF). Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum frá klokkan 15:00 til 18:00.

 

Ætlanin við NUF er, at tað verður ein politiskt óheftur felagsskapur, sum samstarvar við ungmannafeløg í hinum Norðurlondunum. Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (FNUF), er ein samstarvsfelagsskapur fyri øll ungmannafeløgini í Norðurlondunum. Sum nú er, er einki umboð fyri Føroyar í FNUF, men nú verður NUF partur av hesum.

 

Skráin fyri dagin:

 
Kl. 15:00 - Vælkomin
Kl. 15:15 - Formaðurin í Föreningen Nordens Ungdomsförbund í Svøriki, Thorgny Arwidson kemur framvið og fortelja okkum eitt sindur um samstarvið millum ung fólk í teimum norðurlendsku londunum við meira
Kl. 15:45 - Lóg felagsins
Kl. 16:15 - Steðgur (Kaffi og kaka) við meira
Kl. 16:25 - Framløga v. Norrøna Felagið í Føroyum
Kl. 16:40 - Val av nevnd
Kl. 17:00 - Takk fyri í dag

 

Röddin hevur fyrr skrivað eina grein um felagið - les hana her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.