- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finski tjóðardagurin hildin í Føroyum
Hevur tú nakrantíð undrast á, hví finnar tosa so løgið, hví teimum dámar so væl at ganga í sauna, og hví Finnland er ein partur av Norðurlondum, tá finnar ikki tykjast at vera so líkir hinum norðbúgvunum? Hesar spurningarnar kanst tú fáa svar uppá hóskvøldið, tá Norrøna Ungmannafelag Føroyar fer at varpa ljós á finska tjóðardagin.
Finnland? Er tað ikki bara ein partur av Russlandi?
Vit, sum búgva i Norðurlondum, hava ofta lyndi til ikki at skilja sambandið millum Finnland og okkum sjálv, tí finska mentanin og málið skilir seg so nógv burtur frá okkara egna. Fleiri undrast allarhelst eisini, hví Finnland yvirhøvur verður roknað sum ein partur av Norðurlondum, og um tað ikki eri nærri Russlandi. Men hvat halda finnar sjálvir?
Les eisini: Jón: Finnland er nakað heilt serligt
Tað verður Kim Sandvad West, ið er granskari í finskum og búsitandi í Finnlandi, sum fer at geva okkum meira innlit í sambandið millum okkum sjálv og finnar. Kim er í løtuni í Føroyum, har hann undirvísir í finskum á Fróðskaparsetri Føroya og fer at greiða okkum nærri frá um finska mentan og málið, og hvussu hetta passar inn í norðurlendska samstarvið.
Kaffi og karamellur
Tiltakið “Finnland - millum Norðurlond og Russland” verður í Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hóskvøldið kl. 19, og verður sjálvur fyrilesturin hildin á donskum. NUF fer at borðreiða við kaffi og karamellum, og eisini fært tú høvi til at seta spurningar um alt, sum hevur við Finnland at gera.
Ynskir tú at lesa meira um tiltakið, kanst tú gera tað her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |