Venezuela í dag: Uppreistur, morð og niðurbrendir blómugarðar

Ein særdur verður lyftur upp í ein bil
Venezuela í dag: Uppreistur, morð og niðurbrendir blómugarðar
Í allan gjár vórðu myndir lagdar út á 9gag og sjónbond á youtube, sum vísa hermenn gera seg inn á sivilfólk, og eingin tykist vita hví. Les frásøgnina frá venezuelsku 'Lauru' um, hvat hendir í landinum í løtuni.
14.02.2014 - 04:15

- Sanna, tú mást lova, at tú ikki nevnir mítt navn í hasi frásøgnini, okey? Fólk verða handtikin her, um tey tala at stjórnini!

 

Soleiðis byrjar vinkona mín úr suðuramerikanska landinum Venezuela, tá eg spyrji hana, um hon kann greiða mær frá, hvat er á vási í landinum.

 

Skakandi myndir

Við yvirskriftum sum “Venezuela is fighting” og “The news are not showing this”, hava myndir á m.a. 9gag í allan gjár heitt á umheimin um at geva ófriðinum gætur, tí miðlarnir, ið allir eru ogn hjá statinum í Venezuela, kunnu og vilja ikki vísa, hvat hendir í landinum.

 

Í 2007/08 var eg skiftisnæmingur í San Cristóbal, Venezuela, og eftir at hava sæð hetta sjónbandið, ið er upptikið tvær gøtur frá skúlanum, eg gekk á, mátti eg spyrja mína 23 ára gomlu vinkonu, sum hereftir fær navnið 'Laura', hvat ólukkan gongur fyri seg.

 

Nær við hasa gøtuna plagdu vit at keypa kúluís og sodavatn. Tíðir broytast, og sjónbandið frá í gjár vísir nú, hvussu tveir hermenn buka ein ungan mann, sum roynir at renna undan teimum.

 

Ein neyðtøkuroynd, sum fekk avleiðingar

Laura svarar mær aftur á kjattinum við stuttum boðum, ein setning í senn, enter. Í staðin fyri millumrúm ger hon punktum, tí hon hevur ikki tíð at rættlesa tað, hon skrivar. Øll eru á gosi, og á hennara vangamynd á facebook leggur hon áhaldandi fleiri ótespiligar myndir av bukaðum ungdómum út.

 

Eg spyrji, hvør upprunin til ófriðin er, og hon greiðir mær frá, at 4. februar varð ein neyðtøkuroynd framd móti eini gentu inni í bygninginum hjá ULA (Universidad de Los Andes) í býnum San Cristóbal.

 

Síðan fóru lesandi út á gøtuna at mótmæla móti ótryggleikanum í landinum, og til mótmælisgonguna møttu 300 hermenn og løgreglufólk upp at berja hana niður.

 

Heldur enn at lata tey lesandi mótmæla, nýttu teir vald, slerdu og skutu, og fleiri sivil vórðu særd. Tað kvøldið komu tíðindini út á CNN Español, har tveir bukaðir næmingar og ein lærari á ULA greiddu frá síni søgu.

 

Dagin eftir fóru næmingar út at mótmæla í fleiri statum í Venezuela.

Mynd: Santi Donaire

 

Fongslini vilja ikki taka ímóti teimum

Dagin eftir fóru eisini lesandi frá universitetinum La Católica í San Cristóbal út at mótmæla, og tey løgdu leiðina at húsunum hjá guvernørinum.

 

Av tí at ruskið ofta liggur leingi á gøtuni uttan at verða heintað í Venezuela, valdu næmingarnir at taka ruskið við og brenna tað uttan fyri húsini.

 

Hervaldið gjørdist í øðini og byrjaði at leggja á tey mótmælandi. Fimm lesandi og ein húsmóðir, sum hevði lovað nøkrum inn at fáa sær vatn, vórðu handtikin og send í fongsul í einum øðrum stati.

 

Skuldsetingarnar vóru so veikar og ósamanhangandi, at endin var, at fongslið noktaði at taka ímóti teimum, tí tey vórðu mett at vera ósek.

 

El día de la juventud – ungdómsins dagur

Síðan kom 12. februar, tá myndirnar byrjaðu at spretta fram á ymsu netmiðlunum av stórum mannamúgvum ymsastaðni í Venezuela.

 

Andstøðan í landinum hevði heitt á landsins borgarar um at fara út á gøturnar og vísa sína ónøgd við ótryggleikanum í landinum, við mangulin á vørur í handlunum, við teimum handtiknu næmingunum og við manglandi á talu- og skrivifrælsinum. Hetta skuldi henda 12. februar, tá Venezuela hátíðarheldur ungdómsins dag.

 

Tó hendi tað í høvuðsstaðnum Caracas, at órógv kom á mótmælisgonguna, tí uppreistrarfólk høvdu blandað seg uppí, og tí byrjaði hervaldið aftur at herja á sivilfólkini. Haðani kemur hetta sjónbandið, har ein ungdómur verður skotin og smellur um, tá hann roynir at renna undan ruðuleikanum.

 

Settu eld á blómugarðin

Í ULA í San Cristóbal høvdu læknafrøðilesandi savnað seg fyri at taka sær av teimum, ið høvdu fingið skaða undir samanbrestunum, men eisini har blandaði hervaldið seg uppí.

 

Av tí at skotroyndirnar ikki fingu fólk at rýma, settu teir eld á blómugarðin hjá universitetinum, so roykurin fór at noyða tey út.

 

Tey flýggjaðu upp um ein múr og inn í húsini hjá nábúgvunum, har tey fingu náttarskjól, so tey ikki vórðu handtikin.

 

Í gjár vórðu so tey, ið góvu næmingunum skjól, handtikin í sínum bilum á veg til arbeiðis. Hermenninir goymdu bumbur inni í bilunum, og eigararnir vórðu skuldsettir fyri at ætla at spreiða ófrið í býnum.

 

Mynd: 'Laura'

 

Laura, hvar ert tú?

Eg siti málleys og lesi boðini, hon skrivar mær. Eg havi einki svarað henni alla hesa tíðina, hon hevur sitið og greitt mær frá, men tá eg endiliga skrivi aftur, er ein spurningur, ið er meira átroðkandi at spyrja enn nakar annar:

 

- ‘Laura’, hvar ert tú?

 

Eg veit, at hon er lesandi á UNET (Universidad National Experimental del Táchira), og mest av øllum stúri eg sjálvandi fyri teimum, eg kenni. Hon svarar mær við teimum orðunum, eg allarhelst vil hoyra:

 

- Eg eri heima.

 

Hon greiðir mær frá, at júst sum hon skrivaði til mín, hevði hervaldið megnað at koma inn á UNET, har teir vóru í ferð við at skjóta eftir fólki og blaka táragass eftir teimum.

 

Fer nakað at broytast?

Tað er eingin loyna, at Venezuela hevur verið stýrt av víðgongdum, vinstravendum einaræðisharrum í longri tíð, og tí spyrji eg Lauru, um nakað fer at broytast við hesum mótmælisgongunum?

 

Svarið hjá henni er einfalt: - Um vit ikki broyta støðuna nú, so fara vit altíð at verða undir einaræðisvaldi, so tí halda vit á!

 

Í skrivandi stund hevur stjórnin hjá forsetanum í landinum, Nicolás Maduro, handtikið leiðaran fyri andstøðuna, Leopoldo López, og skuldsett hann fyri at royna at fremja statskvett og fyri at vera upprunamaður til morðini á tey fimm deyðu og løstirnar hjá restini.

 

Síggj myndarøð frá spanska blaðnum El País her.

 

Síggj myndir, ið ‘Laura’ hevur tikið við síni fartelefon, her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.