Fjeppara-panelið: 28. umfar

Fjeppara-panelið: 28. umfar
Aftaná dystir hava verið í vikuskiftinum í Premier League, eru fjeppararnir hjá Röddini klárir við sínum viðmerkingum til sítt lið.
03.03.2014 - 00:45

So bleiv tað aftur mánadagur, og 28. umfar í Premier League er yvirstaðið. Gloppið millum Arsenal og Chelsea er blivið munandi størri nú, og nú liggja Arsenal og Liverpool stavn um stavn við 59 stigum á ávíkavíst 2. og 3. plássi. Lesið viðmerkingarnar hjá fjepparunum her! 

 

Hull City – Newcastle United 1-4

Hans Petur Brekkstein, Newcastle:

 

- Super! Eitt gott úrslit ímóti Hull, ið ikki eru lættir at vinna ímóti á heimvølli. Allir spældu sera væl hendan dystin, serliga Moussa Sissoko, ið skoraði tvey mál. Men hinvegin hevði venjarin, Alan Pardew, ein ringan dag og bleiv útvístur, tá hann skallaði ein Hull leikara av reinari býttheit! Nú verða Newcastle allarhelst uttan venjaran á síðulinjuni í nakrar dystir. Men vit fingu trý stig, og vit skulu fáa trý stig til næsta dyst aftur ímóti Fulham. HWTL!!

 

 

Áki Dam Egholm, Arsenal:

 

Tað gongur vanligvís einki serligt hjá Arsenal, tá teir eru á vitjan á Britannia Stadium, og hesuferð var tíverri heldur einki undantak. Eg má viðganga, at eg hevði eina lítla vón um, at hesaferð fór tað eydnast, av tí at Stoke hevur broytt spælistíl, men soleiðis skuldi ikki vera. Eg vildi sagt, at meistaraheitið er úr eygsjón nú, av tí at dystarskráin hjá Arsenal er munandi torførari enn hjá hinum liðunum í toppinum.

 

 

Southampton - Liverpool: 0-3

Trygvi Absalonsen, Liverpool:

 

Enn ein dystur, har mótstøðan spælir góðan fótbólt, men Liverpool skora uppá sínar málmøguleikar. Hesaferð hevði Brendan Rodgers gjørt síni skúlating. Liverpool spældi við fýra miðvallarum, Southampton sluppu ikki at spæla sítt vanliga spæl og blivu straffaðir við flottum kontrafótbólti frá Liverpool. Sturridge endaði sín góða stima, men Suarez kom í gongd aftur. Trý stig og vit liggja nr. 2! YNWA!

 

 

Fulham - Chelsea: 1-3

Heri Berg Jespersen, Chelsea:

 

Ein sera vánaligur fyrri hálvleikur av okkara monnum. Eftir pausuna sást, hvat vit kunnu! Ein tryggur og róligur sigur! Og sjálvandi sita chelsea á fyrsta plássinum enn!

 

 

Everton - West Ham: 1-0

Hallur Kranzz, Everton:

 

- Ikki júst brúsandi fótbóltur í hesum dystinum, men tað tykist at vera regulin heldur enn undantakið, tá ið West Ham spæla. Lukaku kom inn frá bonkinum og avgjørdi dystin, júst tað sum Everton hava havt brúk fyri seinastu dystirnar! Nú er umráðandi, at í minsta lagi halda fast í 6. plássinum. COYB!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.