- Tíðindi, mentan og ítróttur
At íðka í fitness

Er tað ikki keðiligt at venja fitness? Har er einki spæl, eingin spenningur, og tú kappast ikki ímóti nøkrum. 18 ára gamla Svanna Tórðardóttir úr Kirkjubø hevur roynt at kappast í rógving, fimleiki, svimjing og nógvum øðrum ítróttargreinum, men at kappast við seg sjálva, dámar Svannu best.
Svanna byrjaði at venja í Yndi fyri 3 árum síðani, men tá var tað eingin seriøs venjing og mest fyri at koma í form. Í januar í fjør øktist áhugin tó, og í meira enn eitt ár hevur Svanna vant seks ferðir um vikuna, er venjari í holdtímum og verður skjótt fitness instruktør.
- Í byrjanini vandi eg bara, tí eg var ikki so nøgd við, hvussu eg sá út. Eg havi aldri vigað ov nógv ella nakað, men eg var nokkso ósikkur um mín kropp. Eg mátti eisini fortelja fólki, at eg fór í Yndi, so at eg ikki bara bar meg undan og fór heim. At venja er nú blivin ein vani, og eg eri har seks ferðir um vikuna, fortelur 18 ára gamla Svanna Tórðardóttir, ið gongur á 2. s í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Svanna byrjaði við at venja fyri seg sjálva, hon var hennara egna kapping og pressaði seg sjálva, men í seinastuni er hon byrjað at hugsað um at fara til kappingar. Kappingarnar mugu tó bíða eitt sindur enn, tí við skúla og nógvum skúlatingum, hevur Svanna ikki tíð til venja so nógv. Fyri fyrst verður næsta málið at gerast fitness instruktør.
- Um eg missi eina venjing, føli eg meg upp á ein máta illa. Men eg komi nokk so skjótt víðari og hugsi, at tað er í ordan. Tað skal bara ikki blíva til ein vana. So næsta dagin, havi eg "gloymt" tað. It’s a new day.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




