Vetrarmorgun verður sýndur mikudagin

Savn
Vetrarmorgun verður sýndur mikudagin
Mikudagin verður virðislønti stuttfilmurin hjá Sakaris Stórá sýndur í Norðurlandahúsinum.
17.03.2014 - 13:15

Vetrarmorgun verður sýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin, 19 mars. Stuttfilmurin vann fyri stuttum eina stóra virðisløn á stóra filmfestivalinum Berlinale í Týsklandi.

 

Sakaris Stórá er maðurin handan filmin, og í 2012 vann hann Geytavirðislønina fyri stuttfilmin Summarnátt. Vetrarmorgun er ein eftirfylgjari til Summarnátt, og hann varð eisini tilnevndur til Geytan í ár. Hóast Sakaris ikki fekk Geytan aftur hesaferð, vann hann Grand Prix virðislønina í Generatión-skránni fyri besta stuttfilm 2014.

 

- Hetta er ein nokkso dapur coming-of-age-søga við evnum sum homoseksualitet, bólkatrýst og annað teenagedramapiss, sigur ein av leikarunum, Hugin Knudsen flennandi við Röddina. 

 

Vetrarmorgun verður vístur klokkan 19:30 í Norðurlandahúsinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.