- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Hjúnatos" verður í Føroyahúsinum
Fríggjakvøldið 28. mars verður tiltakið “Hjúnatos” hildið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta tiltakið tekur støðið í rættindunum hjá samkyndum í føroyum.
Tað er felagsskapurin MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ið skipar fyri Hjúnatos. Har verða tiknir upp spurningar sum hvat tað merkir, tá umboð fyri LGBT siga, at tey vilja verða løgfrøðiliga javnstillað við onnur í samfelagnum. Hetta kemur Bjørk Maria Krog Olsen, løgfrøðilesandi, at halda eina framløgu um, har hon kemur inn á løgfrøðiligt hjúnaband.
Aðrar framløgur verða eisini, tí tað eru nógvar ymsar síður av hesum kjakinum. Uppskotið um broyting av hjúnabandslógini varð sum kunnugt felt í aðru viðgerð fyri smáum tveimum vikum síðani. Spurningurin um átrúnað er nokk tann allar størsti faktorurin til mótstøðuna av uppskotinum. Solveig Hanusardóttir Olsen hevur lisið átrúnað, og kemur at greiða nærri frá tí átrúnaðarligu síðuni av kjakinum.
Ta samfelagsligu síðuni av kjakinum kemur Rógvi Olavson at taka upp. Hann hevur lisið politiska kommunikatión, samfelag og mentan. Turið Nolsøe kemur eisini at halda eina framløgu, og verður hetta um hvørji retorisk eyðkenni eru í kjakinum um skrásett parlag. Hon lesur sjálv retorikk.
Á facebook-tiltakinum hjá Hjúnatos verður gjørt vart við, at tað verður høvið hjá lurtarunum at seta spurningar til framleggjararnar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |