- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snildfonir kunnu møguliga skaða eyguni

Um tú hevur eina snildfon, kennur tú óivað kensluna av, at hon bara liggur og skríggjar eftir, at tú skalt kanna hana. Ein nýggj, bretsk kanning vísur, at fólk undir 25 ár í meðal hyggja 32 ferðir á snildfonina um dagin. Og tað kann møguliga skaða eyguni, skrivar BBC.
- Ljósið í snildfonunum kann vera farligt fyri tann svarta partin av eyganum. So um man brúkar snildfonina nógv í fleiri ár, kann tað vera vandi fyri, at man fær skaða. Tað ljósið, sum er í snildfonum, kann økja um vandan fyri at fáa forkálkningar á nethinduna, og tað er ein av vanligastu orsøkunum til, at fólk verða blind, sigur eygnalækni Andy Hepworth til BBC.
Tò sigur hann, hetta enn bara er ein illgruni.
- Sjálvt um vit ikki vita enn, um tað er eitt beinleiðis samband millum snildfonir og skaða á eyguni, so er tað nógv sum talar fyri tí, sigur hann.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




