Apríl apríl!

Apríl apríl!
Tað var ilt at vita hvat var satt, og hvat var upspunnið í gjár, 1.apríl! Bæði á sosialu miðlunum og tíðindasíðum vóru ótrúligar apríl søgur.
01.04.2014 - 23:45

 

Gaffa vildi vera við, at dreingirnir í One Direction fóru hvør til sítt, og á heimasíðuni woman.dk skrivaðu tey, at ein donsk genta manglar til tann nýggja Hangover filmin, og tí verður audition í Keypmannahavn. Tey skrivaðu eisini, at úttikna gentan fór at skula mussa Bradley Cooper!

Roddin var eisini í apríl lagi, og tit, sum enn ikki hava funnið útav tí, so fer Röddin ikki undir nakra porno síðu ella sending! 

 


Apríl søga
Tað er ikki ofta, at 1.apríl kann koma einum til góðar, men tað kann Oddvør Klakkstein siga um hendingina, sum hon var úti fyri 1. apríl fyri einum ári síðani!


- Eg fór so fitt súkklandi tvørtur um vegin, tá ein bilur kom koyrandi og steðgaði ikki tað minsta! Hann rakti líka í bakhjulið á súkkluni hjá mær, og eg rendi eitt sindur harliga á forskermin á einum øðrum bili. Til alla lukku, so stóð ein har, sum kendi eigarin á bilinum. Eg fór so erlig og fitt og ringdi uppá hjá bil eigaranum. Komin inn, fortaldi eg hvat var hent. Maðurin var ikki bara irreteraður, men hann byrjaði at øsast og tosaði um trygging og hvat veit eg.. Tá segði eg bara " Aprilsnaaar.." Hann steðgaði bara á, og so flenti hann. Og eg fór bara út aftur við eitt sindur ringari samvitsku, men so kann hann læra tað!

 

Hevur tú onkra góða apríl søgu at siga okkum?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.