Fyrrverandi sjónleikarinna hevur fingið krabbamein av at taka sól

Fyrrverandi sjónleikarinna hevur fingið krabbamein av at taka sól
Í 2012 fekk 42 ára gamla Debi Gibson staðfest eina ógvuliga sjáldsama diagnosu av krabbameini í eygað. Hetta skrivaði Dailymail fyri fáum døgum síðani.
09.04.2014 - 09:45

Orsøkin er, at Gibson hevur verið stór brúkari av solarium, og hon hevur ikki nýtt verndarbrillurnar, sum altíð liggja á sólstøðunum.

 

Debi Gibson er serliga kend frá ensku sendirøðini Eastenders. Hon sigur, at hon byrjaði at taka sól, tá hon var bert 14 ára gomul, tí hon kendi seg pressaða til tað á arbeiðinum. 

 

Annað eygað varð tikið í 2012, men nú hevur krabbin spreitt seg til livurin, og hon hevur fingið at vita, at hon ikki hevur nógva tíð eftir at liva í.

 

Nú Debi Gibson ikki hevur nóga tíð eftir at liva í, vil hon varpað ljós á hvussu ósunt tað er at taka sól.

 

- Eg vil hava, at deyðin hjá mær viðførir okkurt gott. Alt hetta, tí eg vildi vera brún. Eg hevði ynskt, at solarium varð bannað.


Gibson keypti sær sína egnu sóllampu, tá hon var 14 ár.

 

- Eg brúkti hana allatíð. Tá vóru ongar reglugerðir um at taka sól, man helt at tað var so sunt, sum tað kundi vera! 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.