Adiós SPF 30

Adiós SPF 30
- Tá ið hon so endiliga letur seg úr stóra ljósareyða kjólanum, sæst hvar hon hevur gloymt at smyrja á, og at hon er frá norðara partinum av Evropa. Kára Bjarnadóttir Jakobsen hugleiðir um sólferiu í Spania.
24.04.2014 - 12:00

Tað er tað sama. Vindurin, hitin, luktirnir, fólkini og sólin. Býir umringaðir av smábýum, sum aftur eru umringaðir av smærri býum. Matstovur og matvøruhandlar, ið bjóða vakuumpakkaðar pizza, spaghetti bolognese uttan kjøt og bomm í alt for skríggjandi litum: so skríggjandi, at tungan hjá børnunum helst skal gerast bæði blá, gul og grøn. Tí tað er ordiliga stuttligt.

 

Og so eru tað teir reyðu búkarnir. Tjúkkir, klebruttir og slappir búkar, ið avdúka manglandi nýtslu av sólkremi og vantandi motión. Stórir búkar, ið steikjast undir sólini – tað er ikki nakað nýtt. Kvøldið verður ‘bjargað’ við aftersun ella aftercooler, nakað sum fyri mítt viðkomandi ongantíð heilt hevur riggað. Men vit skíta á tað. Tí vit vilja vera brún, lekkur og eisini pen.

 

Har ganga tey. Sum tvær páskahønur, koma tey marsjerandi. Hann í myrkabláum shortsi, keppi og eini ljósari, for strammari tshirt, hon í einum stórum, longum pink kjóla, ið hvørki markerar miðjuna ella skilir seg frá hennara húðarliti. Tey hava feriu, so nú skal etast, sólast og njótast.

 

Hann tekur nakrar longdir í lítla, bláa og ótrúliga symetriska hylinum, ímeðan hon fær sær ein slang á brúnu flísunum, ið umringa poolin. Ja, ein ordilig poolbabe.

 

Tá ið hon so endiliga letur seg úr stóra ljósareyða kjólanum, sæst hvar hon hevur gloymt at smyrja á, og at hon er frá norðara partinum av Evropa. Bleikta, slitna hárið situr sum ein ‘tilvildarligur’ toppur á høvdinum, soleiðis at andlitið ongar forðingar hevur at gerast brúnt og deiligt.

 

Hann fer oksandi avstað. Vatnið sproytar og spruttar í allar ættir. Tøkini gerast meira og meira íðin við vón um at forbrenna allar festligheitirnar frá í gjárskvøldið. Hann er eingin Michael Phelps, men roynir kortini - júst sum øll onnur.

 

Ímillum skríggini frá óargaungunum, sum nýstani hava funnið útav, at vatnkríggj er stuttligt, hoyri eg tung og hjartalig njótilsisljóð frá blundandi kvinnuni. Ja, har liggur hon: reyð, suffandi og sveittandi - sum ein útstappað rósa uttan stelk.

 

Eg sigi tað akkurát, sum tað er: eg orki ikki fyri njótilsisljóðum. Fólk, ið strekkja seg bæði til høgru og vinstru, upp og niður fyri síðani at slappa ordiliga av, ímeðan øll njótingin streymar út úr munninum sum ein fossur av suffi, vælveru og ringum anda. Men tað slepst ikki undan, tí fólk elska at njóta og at liva og at vera í núinum. Tað er tað besta.

 

 

Aftaná 15 minuttir vendir hon sær við, so ryggurin eisini fær sól. Hann kemur suffandi og puffandi upp úr hylinum og leggur seg plask vátur við síðuna av konuni. Krimiin - ja, sjálvandi ein krimi – verður tikin upp úr gulu strondtaskuni við pálmum á, og hann byrjar at lesa. Hann fer at næskast síðu 20 út av 291 síðum. Kantarnir á bókini byrja at gerast vátir, rukkutir og myrka hvítir. Maðurin ger eitt eslaoyra, leggur síðani bókina frá sær og hyggur upp ímóti sólini og suffar eitt ordiligt summar suff. Her er gott at vera.

 

Spanska sólin ger ikki nógv fyri at verja hvíta húðarlitin, men hann hevur nakrar trúfastar dellur, ið syrgja fyri, at summir partar av kroppinum ikki síggja sólarljósið - ja, sum ein lítil fín, sponsk summar-zebra liggur hann har.

 

Hon peikar á myrkabrúna oljudunkin og biður hann smyrja sær ryggin. Aftur og fram, út á herðarnar, omaneftir síðunum og niður ímóti rumpuni. Feittuta oljan liggur nú sum eitt glansut lag á kroppinum; eitt lag, ið skal fugta húðina, so hon ikki verður ov turr, og eitt lag, sum skal syrgja fyri, at kulørurin enn sæst, tá ið hon fer til arbeiðis tvær vikur seinni.

 

Og har liggja tey sum tveir hugnaligir kópar. Hon blundar og hann smyr og smyr.

 

Eg hyggi runt á allar pálmarnar, ið umringa økið – avsvidnir og smáir. Eg hoyri tveir fuglar syngja og eitt barn gráta, og tað luktar av brendari húð, sólkrem og sveitta. Eg drekki restina av tyntu, appelsingulu og sunnu fruktblandingini, sum hevur staðið í sólini, og eg hyggi síðani á mín egna búk: hummarareyður, men eg síggi enn nalvan. Áh, sum her er deiligt. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.