- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eivør at hoyra í Game of Thrones trailara

Skermmynd
Eivør at hoyra í Game of Thrones trailara
Eitt remix hjá Cato av "So Close to Being Free" hjá Eivør er blivið valt til ein Game of Thrones trailara.
28.04.2014 - 12:15
Heimasíðan hjá Eivør kunngjørdi í dag, at eitt remix av lagnum, "So Close to Being Free" hjá Eivør, verður at hoyra í einum trailara til sendirøðina Game of Thrones. Remixið er gjørt av diskaranum Cato, sum hevur royndir við at gera filmstónleik. Upprunaliga lagið var á fløguni "Larva" frá 2010.
Sjálva sendirøðin, Game of Thrones, er ein tann best umtókta sendirøðin í nýggjari tíð. Á filmssíðuni IMDb hevur røðin skorað 9,5 í metum í alt, sum er tað 4. hægsta av øllum mettu serium.
Hoyrið lagið her.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |