- Mín kroppur er mín

Savnsmynd
- Mín kroppur er mín
Nýggj lýsing móti kynsligum ágangi er komin á netið, og tað er Verjið Børnini, ið hevur latið hann gjørt.
29.04.2014 - 20:00

Felagsskapurin Verjið Børnini er komin við nýggjari lýsing móti kynsligum ágangi. Lýsingin eitur "Mín kroppur er mín", og hevur tað endamálið at vísa á týdningin av at læra børn at siga frá. Lýsingin er í teknifilmsformi, har vit hoyra eitt lítið barn greiða frá sínum kroppi og sínari støðu.

- Mamma og babba hava sagt mær, at eg eri teirra lítli gymsteinur, og at eg altíð skal siga teimum frá, um onkur ger seg inn á meg, verður m.a. sagt.

Verjið Børnini virkar fyri at steðga kynsligum ágangi í Føroyum, og hevur fingið Andrias Høgenni, Svannu Christiansen og Eiler Mohr at gera hendan lítla teknifilmin

Síggið teknifilmin her

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.