Fjølnir: Nýtt lestrarblað

Fjølnir
Fjølnir: Nýtt lestrarblað
MFS hava útgivið nýggja útgávu av lestrarblaðnum, Fjølnir. Endamálið er at kunna ung um víðari lestnað.
02.05.2014 - 20:15

So er blaðið hjá MFS, Fjølnir, aftur á gøtuni. Fjølnir vendir sær bæði til tey, sum ætla sær undir útbúgving, og til fólk sum eru lesandi. Í Fjølnir kanst tú lesa um ymiskt í samband við lestrarval, lestrabyrjan og um onnur praktisk viðurskiftir, sum víðvíkja hægri útbúgving, eins væl og har eru aðrar lestrarviðkomandi greinar.


Í blaðnum kanst tú lesa um, hvussu tað er at vera lesandi í teimum ymisku londunum, føroyingar lesa í. Eisini kanst tú lesa um fríðarítriv, lesandi kunnu hava, meðan tey eru lesandi. Blaðið hevur somuleiðis valt at varpa ljós á, hvussu tú kanst brúka tína útbúgving til at skapa títt egna virksemi, ella hvussu tú gert, um tú ynskir at granska. Eisini fært tú lestrarvegleiðing, eins og tú fært upplýsingar um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan.

 

Blaðið er ókeypis og hevur 226 síður. Blaðið verður koyrt út á teir ymisku miðmánsskúlarnar kring landið, á skrivstovuna hjá MFS, og er annars við tá MFS skipar fyri tiltøkum.

 

Tíðindaskriv frá Fjølnir.

 

Her kanst tú lesa Fjølnir á netinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.