- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar vilja einans hoyra føroyingar

Føroyingar vilja einans hoyra føroyingar
FRIGG festivalurin skal eitast at vera ein samansjóðing fyri norðurlond, men fólk møta bara upp at lurta eftir egnum tónleiki.
09.05.2014 - 19:30
Flestu festivalgestirnir á FRIGG eru føroyingar, og tað sást eisini aftur, tá grønlendsku Small Time Giants traðkaðu á pallin.
Marius Ziska hevði júst spælt, og ein fitt fjøld hevði staðið og lurtað. Tá Small Time Giants, sum eru sera kendir í Grønlandi, fóru á pallin, fóru allir føroyingarnir hvør til sítt.
Small Time Giants framførdu fyri allar pengarnar, so tað var sera keðiligt, at so fá stóðu og lurtaðu.
Um tað er ræðslan fyri tí ókenda, vita vit ikki, men tey, sum rýmdu, mistu eina feita framførslu. Síggj sjónbandasamrøðuna við Small Time Giants á Röddini í morgin.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




