Gestir komnir úr øllum Norðurlondum

Gestir komnir úr øllum Norðurlondum
Fólk eru komin á Frigg frá øllum Norðurlondum, og felags fyri øll er, at tey kenna best bólkarnar úr sínum egna landi. Les voxpop frá Frigg Festival í Kongens Have.
09.05.2014 - 16:45

Gvøðny Maria Áarstein og Ása Aðalsteinsdóttir

 

 

Føroyska Gvøðny og íslendska Ása ganga á vísulinjuni á Nordiska Folkehögskolan í Kungälv, og tær eru komnar beint úr Stockholm, har tær spældu konsert í gjár.

 

Tær skundaðu sær av flogvøllinum inn til Kongens Have fyri at hoyra Hanus G. Johannesen, ið eisini gekk á Kungälv í sínari tíð.

 

- Eg gleði meg mest at vísa Ásu teir føroysku bólkarnar, so sum Eivør og TÝR sigur Gvøðny á føroyskum, og Ása, sum fylgir við prátinum, svarar á svenskum:

 

- Somuleiðis verður stuttligt at vísa Gvøðny íslendskan tónleik so sum Bubbi Morthens.

 

Taitsiannguaq Tróndheim, Laura Maj Petersen, Avaruna Mathæussen og Kuka Lyberth

 

 

Øll fýra eru úr Grønlandi, og meðan hini trý búgva í Keypmannahavn, býr Laura í Aalborg.

 

Tey eru mest av øllum komin fyri at hoyra grønlendsku Nanook og Small Times Giants, men tey gleða seg eisini at hoyra bólkarnar úr hinum londunum.

 

- Eg kenni ikki hinar bólkarnar, men vónandi fer hesin festivalurin at lata eyguni á mær upp fyri onkrum nýggjum bólki, sigur Kuka. Vit hava júst hoyrt Signar í Homrum, og hann dámdi okkum ordiliga væl.

 

Tey eru øll aktiv í grønlendska lestrarfelagsskapinum Avalak, har tey eru von at skipa fyri grønlendskum tiltøkum. Á Frigg eru Great Greenland umboðað, men tey kundu hugsað sær at eisini sæð okkurt frá millum annað Bibi Chemnitz og Isaksen Design.

 

- Eg vóni, at tey hava turran fisk, sigur Taitsiannguaq, og hini leggja afturat:

 

- Og turran hval. Og spik. Og kóp. Og kópasuppu. Vit verða heilt svang bara av at tosa um tað, flenna tey hart.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.