- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvt veðrið er føroyskt

Fyriskiparirnir eru føroyingar, og ein kundi trúð, at veðrið er servalt til høvið. Heimlongsulin er ikki so drúgvur longur, tí millum droparnar hómast festivalgestir í ullintum troyggjum og gummistyvlum.
Hálvan annan tíma inn í festivalin eru fólk so smátt byrjað at koma inn festivaløkið, og nú er triði bólkurin farin á pallin.
Síggj myndir frá festivalinum her.
Tá ið Signar í Homrum spældi, oysti regnið niður, men tað gjørdi bara, at fólk troðkaðu inni í tjaldinum.
Fyrstu tímarnar fáa festivalgestirnir ókeypis øl, og tað eru fleiri, sum hava gjørt sær bart av tí tilboðinum.
Stutt eftir at Signar í Homrum legði gott lag á festivalgestirnar, spældi Hanus G á stóra pallinum. Sum vant var fullkomin tøgn, tá fólkaskaldið spældi.
Fylg Röddini á Facebook og á instagram #roddinfo
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




