- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement fer av bakkastokki í kvøld

Í kvøld verður hol sett á tónleikakappingina, Sement. Saman við annaðkvøldinum verður Perlan karmur um innleiðandi umførini til kappingina. 11 bólkar eru meldaðir til.
Margarinfabrikkin skipar fyri Sement, og hetta er fimta árið, skipað verður fyri kappingini. Finalan verður 24. mai.
Konseptið í Sement er, at bólkarnir og einstaklingarnir, ið eru við, ikki hava útgivið nakað fyrr. Tað er fyri at varpa ljós á nýggjan tónleik, og vinnarin sleppur m.a. at framføra á G! festivalinum.
Kristoffur Mørkøre, Guðrið Hansdóttir og Jón Tyril sita handan dómarapultin og døma um ymsu framførslurnar.
Bólkarnir, ið framføra eru hesir:
Fríggjakvøldið:
20.00 Jógvan á Høvdanum
20.25 Frank in a Phonebox
20.50 Ranchus
21.15 Grús
21.40 Hópdráp
Leygarkvøldið:
20.00 Lyon & the Colourstorm
20.25 Dýrd
20.50 Asyllex
21.15 Voult
21.40 Nystrøm
22.05 Punjab
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |