Laura Apol: Ikki endamálið at bara vera provokerandi

Laura Apol: Ikki endamálið at bara vera provokerandi
-Var tað soleiðis, at vit fóru út og søgdu “Øh! Jørgen Niclasen er ein idiot", so hevði eg verið samd í, at vit fóru yvir mark. Men soleiðis er ikki. Hetta snýr seg um eitt mótmæli mótvegis politiska persóninum Jørgeni Niclasen og ikki eitt álop á hann sum privat persón, sigur Laura Apol.
13.06.2014 - 22:45

Røður vórðu hildnar og tónleikur varð spældur. Átakið "Vit krevja Jørgen Niclasen frá" varð á Speaker's Corner á middegi í dag. Tað var eitt spontant tiltak í sambandi við at savna undirskriftir úti á havnargøtum.

 

-Vit vilja heldur hava nøkur lítil og meira “hugnalig” tiltøk, nú at byrja við, sum so kunnu mennast til nakað størri, um neyðugt er. Vit havi gingið runt í gøtunum í dag í nakrar fáar tímar, og hava longu fingið sera nógvar undirskriftir frá fólki, sigur Laura Apol, sum var ein av fyriskiparanum. 

 

Fyriskipararnar vilja leggja dent á, at hetta ikki snýr seg um partapolitikk, men um álit á politisku skipanina. Tískil stovnaðu teir ein bólk, sum er partapolitiskur óheftur og opin fyri fólki allastaðni frá.

 

-Tað er ikki at vit eru ósamd við førda politikkinum – tó at summi okkara sjálvandi eru tað – men at embætið í politisku skipanini er um at missa virðingingina, tey eiga at hava, sigur Laura.

 

Ætla at handa løgmanni undirskriftirnar

 

Inntil víðari eru 600 undirskriftir savnaðar síðani mikudagin. Umframt undirskrifta innsavningina á alnótini, hava tey eisini verið úti á gøtuni og savnað undirskriftir. Tey ætla at handa løgmanni undirskriftirnar um nakrar vikur, men tey meta sjálvi, at so skjótt tey hava nøkur túsund, skal tað takast í álvara.

 

-Tað er val minst fjórða hvørt ár – er tað ikki nóg gott, at fólk siga sína meining tá? Kunnu tað vera nøkur sum halda, men fólkaræði er ikki bara fjórða hvørt ár – tað er eisini í millum valini, og tískil er tað umráðandi, at fólkið ger vart við, um eitt og hvørt órímiligt er farið fram, sigur Laura.

 

Ikki til endamálið at bara vera provokerandi

 

Hóast nøkur vórðu provkerað av neiligi átaksmyndini av Jørgeni Niclasen, varð endamálið ikki at provokerað. Endamálið var at fáa fólk hugsa um politisku støðuna í Føroyum, og at fáa fólk at siga teirra meining um støðuna, greiðir Laura frá.

 

-Var tað soleiðis, at vit fóru út og søgdu “Øh! Jørgen Niclasen er ein idiot, so hevði eg verið samd í, at vit fóru yvir mark. Men tað er ikki tað, vit gera. Hetta snýr seg um eitt mótmæli mótvegis politiska persóninum Jørgeni Niclasen og ikki eitt álop á hann sum privat persón, sigur Laura at enda.

 

Røða varð førd fram av Tór Marna Weihe.

 

 

Dánial Gomez Guðjónsson og Bjarki Hansen spældu tónleik til tiltakið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.