Snowgoons og Swangah á G!

Savnsmynd
Snowgoons og Swangah á G!
G! Festivalurin avdúkaði í morgun tvey nýggj nøvn til ársins plakat. Tey eru Snowgoons og Swangah.
13.06.2014 - 16:30

Ársins föroyski live bólkur, Swangah, og týsku hipp-hoppararnir, Snowgoons, vera millum növnini á ársins G! Festivali.

 

Báðir bólkarnir eru kendir fyri sínar orkufyltu konsertir, og tí kunnu vit garantera, at veitslurómurin verður øgiligur, tá ið Swangah og Snowgoons bjóða eina dupulta portión av Hip Hop á G!.

 

Snowgoons
 

The Snowgoons eru altjóða viðurkendir hipp-hopp framleiðarar. DJ Illegal, Det Gunner, Sicknature og J. S. Kuster manna bólkin, sum hevur latið fimm útgávur av hondum, har fleiri av fremstu undirgrundsnövnunum á hipp-hopp-pallinum hava givið sítt íkast.

 

Seinastu árini hava The Snowgoons vunnið nógva viðurkenning báðu megin Atlantshavið fyri teirra skitnu, ektaðu og eklektisku rútmur.

 

Teir hava samstarvað við eitt nú við legendarisku M.O.P. úr New York, Reef The Lost Causze frá Philadelphia, og í ár hava Snowgoons givið út eitt verk í samstarvi við amerikanska hipp-hopp-bólkin Onyx.

 

Hóast The Snowgoons eru best kendir, sum framleiðarar, so hava teir hava eisini liveframförslur, sum DJ Illegal og Sicknature standa fyri, og teir hava spælt kring Evropa, USA og Kanada saman við viðurkendum bólkum sum M.O.P., La Coka Nostra, AOTP, Goondoz, Sabac Red og fleiri við teimum. Nú koma teir á G!.

 

Swangah
 

Tað var ikki av tilvild, at valið fall á Swangah, tá föroyingar skuldu velja ársins live bólk 2013 á Faroese Music Awards.

 

Síðani Swangah fingu sítt gjögnumbrot á G! 2011 hevur tað bert gingið ein veg, og er Swangah eitt tað heitasta navnið í föroyskum tónleiki. Ummælari á Sosialinum skýrdi framförsluna á G! 2011 at vera ta bestu konsertina á festivalinum, og nú hava teir möguleikan at endurtaka bragdið.

 

Við eini langari röð av konsertum kring Föroyar og uttanlands, umframt tvær flöguútgávur, eru Swangah nú til reiðar til at fáa G! Festival á kók.

 

Swangah smæðast ikki við at ganga nýggjar leiðir. Hetta sæst millum annað í samstarvum við aðrar tónleikarar, útlendskar eins væl og föroyskar.

 

Ársins G! Festivalur verður í dögunum 17. - 19. juli.

 

 

Tíðindaskriv, 13.06.14

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.