- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Myndatøka er eitt slag av sjálvrannsakan

Tað er ikki ein og hvør, sum verður upptikin á útbúgvingini sum fotojournalist á Miðla- og journalistháskúlanum í Danmark. Sambært Ritzau var hetta í 2012 torførasta útbúgvingin at verða upptikin á, og vóru tað bert 16 av 350 umsøkjarum, sum komu inn. Ein teirra var Tróndur Dalsgarð, sum í løtuni er einasti føroyingurin, sum lesur til fotojournalist.
- Tá eg las um útbúgvingina á Journalistháskúlanum, hugdi eg mest eftir, hvat útbúgvingin hevði at bjóða annað enn myndatøku. Útbúgvingin kundi bjóða mær at sameina míni størstu fakligu áhugamál, og eg ímyndaði mær, at arbeiðið sum myndajournalistur kundi geva mær eina kenslu av at gera mun í samfelagnum við at brúka míni visuellu evni, greiðir Tróndur frá. Á útbúgvingini lærir ein eisini grundleggjandi støði í samfelagsfrøði, skrivligum journalistikki, samskifti og løgfrøði.
Myndatøkan er eitt slag av dagbók
Tróndur royndi seg fyrstu ferð sum myndafólk á MESS og á blaðnum V, har Bárður Eklund vísti honum myndajournalistikk á fyrsta sinni. Myndatólið hevur síðani verið hansara fasti fylgisveinur - bæði privat og til arbeiðis.
- Eg havi altíð eina ella tvær persónligar verkætlanir, sum eg arbeiði við við síðuna av arbeiðs- og skúlauppgávum. Tá eg arbeiði við persónligum verkætlanum, dámar mær best, at eg ikki veit, hvar endin er. Eg taki myndir av familjuni hjá mær, sum eg vónandi altíð fari at taka - eitt slag av dagbók. Aðrar verkætlanir eru heilt banalar. Til dømis kann eg seta mær tað mark, at í dag taki eg bara myndir av fólkum í reyðum klæðum ella mussum í býnum, sigur Tróndur.
Myndirnar fortelja søgur
Tá ið hann tekur myndir, miðar hann eftir at fáa fleiri løg í myndina, soleiðis at ein eisini sær okkurt nýtt í myndini aðru og triðju ferð, mann hyggur at henni. Somuleiðis dámar honum væl, tá myndirnar eru opnar og abstraktar, so áskoðarin sjálvur kann gera sær eina meining út frá myndini.
- Mínar myndir fortelja søgur og helst søgur, har eg komi tætt inn at persónum. Um eg skal lýsa eitt perfekt myndaevni, so er tað til dømis, tá eg møti einum spennandi persóni, sum hevur eina spennandi søgu, og fái loyvi til brúka nógva tíð saman við viðkomandi. Bæði at tosa við persónin um søguna, sum eg ætli at fortelja, men eisini at vera ein fluga á vegginum.
Research spælir ein stóran leiklut í arbeiðstilgongdini hjá Trónda, tá talan er um arbeiðs- og skúlauppgávur. Tíðarfreistirnar eru ofta stuttar, og hann hevur altíð eina greiða mynd í høvdinum av, hvussu hann ynskir úrslitið.
- Tá eg havi avmyndað sama slag av verkætlanum í eina tíð, veit eg, hvat riggar í mun til mín máta at fortelja søgur. So byrji eg við at taka nøkur “safe shots”, sum altíð rigga. Hetta plagi eg at brúka fyrstu hálvuna av myndatøkuni til, so eg veit, at eg havi okkurt, sum kann brúkast. Aftaná tað tori eg at eksperimentera meira. Vandin við at brúka “safe shots” er, at tað er lætt at gerast dovin, so eg tryggi mær altíð, at eg royni okkurt nýtt í seinni hálvu av myndatøkuni, greiðir Tróndur frá.
Dámar at varpa ljós á tað, tey flestu ikki síggja
Ein, sum flutti fatanina hjá Tróndi av myndatøku, var Benjamin Rasmussen, sum hevði eina mynda-verkstovu á G! festivalinum fyri nøkrum árum síðan. Her sá Tróndur fyri fyrstu ferð myndafólk sum Larry Towell, Christopher Anderson og Nadav Kander, og áhugin fyri myndatøkuni bara vaks. Spurdur, hvat tað er, sum er so hugtakandi við myndatøku, svarar Tróndur:
- At sleppa at fylgja fólki í teirra gerandisdegi, tí tú hevur eitt myndatól. Til dømis at sleppa at hanga út í einum tjaldi við heimleysum í eina viku. At fanga tær smáu detaljurnar, sum annars høvdu farið framvið í einum skundmiklum degi. Mær dámar væl at varpa ljós á tað, tey flestu ikki síggja. Til dømis ein einsamallur persónur, sum situr og dagdroymir í einum bussskýli í einum stórbýi. Fyri meg er myndatøka eitt slag av sjálvrannsakan. Um eg til dømis gangi ígjøgnum ein bý og taki myndir, so eru tað 100 ymiskar søgur, sum eg kann fortelja, men eg taki nakrar ávísar myndir. Jú longri eg havi tikið myndir, og jú djypri eg fari inn í myndatøkuna, so sigur myndatøkan meira um meg, og hví eg velji at venda myndatólinum ein ávísan veg, og líka so nógv hví eg velji ikki at taka onkrar aðrar myndir. Eg brúki nógva tíð uppá at hyggja aftur eftir myndum, sum eg tók eitt ár framman undan, og hugsa, hví tað var, at eg tók júst tær myndirnar í táverandi støðu.
Framtíðin er í Føroyum
Í løtuni býr Tróndur í Danmark saman við unnustuni, einari dóttur og tí næsta barninum á veg. Umvegis útbúgvingina, har hann eftir summarferiuna fer í holt við starvsvenjing á 4. semestri, hevur hann skapt eitt gott netverk niðri. Kortini sær hann seg sjálvan í Føroyum um nøkur ár:
- Síðani eg eri vorðin pápi, leingist eg meira og meira til Føroyar aftur, so eg haldi dreymurin hevur flutt seg meira frá at vera fotografur burturav, til at fáa uppbygt eitt so mikið gott grundarlag við útlendskar kundar, at tað verður møguligt at búgva og liva av visuellari frásøgn í Føroyum. Eg trúgvi, at so leingi áhugin er har, og eg eri saman við kreativum fólki, so fari eg at blíva við at menna meg. Og hetta kunnu Føroyar avgjørt bjóða mær.
Síggj myndirnar, sum Tróndur hevur tikið, HER.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




