Rebekka Petersen gevur sína fyrstu fløgu út

Húsin til nýggju fløguna hjá Rebekku Petersen, sum Kirstin Helgadóttir hevur gjørt.
Rebekka Petersen gevur sína fyrstu fløgu út
19 ára gamla Rebekka Petersen lat fyri stuttum út fyrstu fløgu sína “Byggi borgir”. Sjálv sigur hon, at at geva sína egnu fløgu út er ein gamal dreymur.
11.07.2014 - 17:45

Rebekka Petersen er hóast sín unga aldur ikki ókend á føroyska tónleikapallinum, og hevur hon afturat at skriva síni egnu løg eisini sungið kór hjá eitt nú Eivør og Guðrun & Bartal. Fyrsta fløga hennara “Byggi borgir” er júst komin út.

 

- Kenslan er góð, nú fløgan er liðug. Eg havi leingi ætlað at gera eina fløgu, so mann kann siga, at tað er ein gamal dreymur, greiðir Rebekka frá.

 

Hon fór undir at arbeiða við útgávuni í august í fjør saman við sjeikinum Líggjasi Olsen. Rebekka, sum altíð hevur skrivað nógv, hevur sjálv gjørt orð og løg til allar sangirnar uttan “Niðri við Ánna”, sum vinkonan Anna Maria Dam Ziska hevur skrivað orð til.

 

- Gjøgnumgangandi er huglagið nokkso dapurt, haldi eg, men tað er upp til ein sjálvan, hvussu mann tulkar tað, sigur Rebekka.

 

Við á fløguni eru Per I. Højgaard á trummum, Eyðun Johannesen á bass, Bartal Augustinussen á el-gittar og Liggjas Olsen á tagentum. Fløgan er ljóðblandað í Reykjavík og mastrað í London.

 

- Eg ætli sum so onki við fløguni. Allir sangirnir eru á føroyskum, so tað er allarhelst føroyingar, fløgan er mest áhugaverd fyri, ljóðar tað frá Rebekku. Spurd, hvørjar ætlanirnar í framtíðini eru, svarar hon avslappað:

 

- Eg ætli onki ávíst. Eg taki tað bara, sum tað kemur.

 

Hoyr lagið Posin av nýggju fløguni HER.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.