Kærleiks politiið: Elska næsta tín, sum tú elskar øl tína

Kærleiks politiið: Elska næsta tín, sum tú elskar øl tína
"Elska næsta tín sum tú elskar øl tína", soleiðis ljóða slagorðini hjá Kærleiks Politinum á G!
16.07.2014 - 19:00

"Elska næsta tín, sum tú elskar øl tína", soleiðis ljóða slagorðini hjá Kærleiks Politinum.

 

Kærleiks politiið er ein bólkur uppá seks mans, ið roynir at steðga brotum á næstrakærleika. Teir hava sjálvir ásett lógina, og tískil krevja teir, at hon verður hildin.

 

- Vit royna steðga brotum á næstrakærleikslógina. Vit hava sjálvir ásett hesa lóg.

 

- Um fólk bróta lógina, so geva vit bøtir hareftir, sigur Baldur Meitil, sum er leiðarin í Kærleiks Politinum.

 

Teir halda, at tað er festligt at hava eitt evni, tá tjaldað verður millum nógv fólk. Orsøkin til teir valdu kærleiks politiið, er, tí teir hildu hetta vera skilabest.

 

- Vit vera allatíðina á varðhaldi, og tískil verður tað ikki lætt at gera brot á hesa lóg, sigur Baldur.

 

Hæddarpunktið hjá teimum verður, tá bólkurin Xperiment fer at spæla. 

 

- Ein av politistinum hjá okkum syngur við, og hann fer óivað at senda nógvan kærleika frá pallinum. Tískil verður tann løtan nakað heilt serligt, sigur Baldur.

 

Hóast teir verða ávirkaðir av rúsdrekka, meta teir ikki, at tað verður ein vansi at vera á varðhaldi.

 

- Vit hava yvir 50 litrar av øli, so tað koyrir bara! Rúsdrekka er jú ikki brot á næstrakærleikslógina, sigur Baldur at enda.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.