Hví tjalda í tjaldingarøkinum, tá tú kanst tjalda í havanum?

Hví tjalda í tjaldingarøkinum, tá tú kanst tjalda í havanum?
Pætur og Rói hava í ár valt at spara pengar við at tjalda uttan fyri tjaldingarøkið.
17.07.2014 - 20:30

Nøkur velja ikki at keypa sær tjaldingarpass, men heldur bara tjalda uttan fyri økið. Pætur Magnussen og Rói Kollslíð eru nakrir teirra, og teir tjalda í ár í einum privatum hava saman við tveimum øðrum.

 

- Tað kostar jú at koma inn á teltøkið. Har verður ofta stolið á teltøkinum, og av tí at vit hava eitt rímiliga dýrt telt, loysir tað seg kanska betri at tjalda uttanfyri, sigur Rói.

 

Men teir flestu gestirnir eru samlaðir á teltøkinum, og tað er eisini har, ballið plagar at vera í hæddini. Isolera hesir fýrarnir seg ikki eitt sindur frá felagsskapinum við at tjalda uttan fyri økið?

 

- Vit síggja alt, sum gongur fyri seg rundan um teltøkið her frá. Men eg haldi, tað er hugnaligt allíkavæl at sita her, sigur Pætur.

 

Teir hava gott pláss, og vinfólk teirra dáma væl at koma framvið til eina øl ella tvær. Tað er her, teir hita upp, og seinni gongur leiðin yvir í festivaløkið at lurta eftir tónleiki o.a.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.