Eiler Fagraklett: Vit geva ikki upp!

Eiler Fagraklett: Vit geva ikki upp!
Hóast vit ikki hava vunnið okkara rættindi enn, vilja vit kortini hátíðarhalda okkara pride-dag sum nakað jaligt, sigur Eiler Fagraklett.
24.07.2014 - 14:00

Fyrireikingin til Faroe Pride 2014 er byrjað. Nógv fólk, serliga úr LGBT, eru savnaði, har tey saman fara í sítt kreativa horn og gera klárt til skrúðgonguna. Skelti verða málaði og bannaðir verða gjørdir til reiðar.

 

Mitt í rokanum stendur Eiler, ið er ein av nevndarlimunum í LGBT. Hann er væl nøgdur við arbeiðið, sum LGBT hevur gjørt, og heldur ikki, at tað er neyðugt at fara harðari til verka, enn sum nú er.

 

- Vit eru komin langt. Tað er bara politiska skipanin, sum ikki hevur fylgt við, sigur Eiler.

 

Eitt uppskot um broyta hjúnarbandslógina varð í vetur lagt fram fyri Føroya Løgting, men eftir aðru viðgerð fall uppskotið.

 

 

Kunnu ikki bara sannføra fólkið

Nógv halda, at LGBT onkursvegna longu hevur vunnið av tí, at tey hava fingið ein so stóran part av føroya fólki við sær. Tó er einki broytt reint løgfrøðiliga, síðani LGBT varð stovnað.

 

- Vit hava júst somu vánaligu rættindi, sum vit høvdu áðrenn, LGBT bleiv stovnað. Tí mugu vit halda áfram at hava skrúðgongur, inn til rættindini eru vunnin, sigur Eiler.

 

LGBT hevur eisini fleiri ferðir roynt at sett tiltøk í verk, sum hava til endamáls at sannføra politikkararnir. Eitt nú var ”Hin stóra bókin um familjur” givin út til øll løgtingsfólk, sum eisini skapti nógva øsing, av tí bókin vísti á, nøkur børn høvdu samkynd foreldur. Hinvegin hava tey eisini gjørt nógv lobby-virksemi undan seinasta løgtingsval.

 

 

Pride er gleðisdagur hjá teimum samkyndu

- Meðan tey hinskyndu hava pride-dagar hvønn dag, hava vit einaferð um árið. Hóast vit ikki hava vunnið okkara rættindi enn, vilja vit kortini hátíðarhalda okkara pride-dag sum nakað jaligt, sigur Eiler.

 

LGBT hevur valt, eins og aðrastaðni, at hátíðarhalda dagin við nógvum litum, sum skulu umboða og fagna ymiskleikan.

 

- Vit halda, at tað, at vera ymiskur, er nakað sum gevur nógv til samfelagið, og tað áttu vit at virðismett í Føroyum.

 

Hann ásannar tó, at hann ikki verður djúpt skelkaður, um tað fer at taka nøkur ár afturat, áðrenn lógin verður broytt.

 

- Vit mugu bara halda áfram við stríðnum og ikki geva upp, sigur Eiler at enda.

 

 

 

Sí nakrar myndir frá fyrireikingartiltakinum hjá LGBT:

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.