- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu gera sjónband fyri trummuspælaran í Radiohead

Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir hava júst vunnið stóru bretsku kappingina Sound + Vision, sum Northern Film and Media skipar fyri. Vinningurin er at gera eitt tónleikasjónband til komandi staklagið hjá Philip Selway, sum ber heitið "It Will End in Tears". Philip Selway telist millum størstu tónleikararnar í Bretlandi. Hann er best kendur sum trummuspælari í Radiohead, men arbeiðir eisini við sínum egna tónleiki.
Sjónbandið skal takast upp í Northumberland, sum liggur í norðara partinum av Onglandi. Endaliga úrslitið skal sýnast fram á Berwick Film & Media Arts festivalinum 21. septembur, meðan Philip Selway fer at framføra live.
Philip Selway, sum sjálvur var við til at velja vinnaran av kappingini, sigur seg vera sera spentan at arbeiða saman Rammatik. Hann sigur m.a. soleiðis við The Journal um komandi samstarvið:
- Rammatik's unique style had me hooked within the first few frames of their work. For me, their striking, androgynous, and almost austere images combine brilliantly with their playful and inventive choreography and musically sensitive editing.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




