- Tíðindi, mentan og ítróttur
Linda og Turið: Ball, góður matur og reytt pornoljós

í einum hugnaligum báti á ytstu bátabrúnni sita tvær vælhýrdar gentur, sum á fimta sinni búgva í báti á Summarfestivalinum.
-Hvørt ár búgva vit í báti, og vit elska tað! Tað er ikki bara á Summarfestivalinum, men eisini til onnur árlig tiltøk. Tað eru sjálvandi ikki bara vit báar, sum búgva her, men eisini foreldrini hjá Turið, og tað er so super hugnaligt. Hýrurin á bátabrúnni er í topp, og hvørt kvøld er ball í ymsu bátunum, so tað er bara at koma ein túr forbí.
Linda og Turið lata væl at bátalívinum, og maturin er serliga góður.
-Seriøst, maturin, sum vit gera umborð, er so góður. Fleiri keypa fastfood, og sita á tjaldingarøkinum og eta, men tað tíma vit bara ikki. Vit keypa heldur góðan og lekkran mat, sum vit matgera í bátinum, og tað er klassamunur á heimagjørdum mati og festivalmati. Í gjár koyrdu vit eina steik í ovnin, gjørdu eplabátar og eina geniala sós, skilur tú hvat eg meini? At sita innandurða, stearinljós á borðinum og heitan mat, einki er betur. Góður matur er nærmast vorðin siðvenja á festivalum.
Á ytstu bátabrúnni eru fleiri hugnaligir bátar, og eisini er báturin hjá Turið og Lindu avbera hugfarisligur.
-Tað er um kvøldið tað sker. Tað verður myrkt, stearinljós verða tendrað, og vit hava nakrar super fancy ljósketur í bátinum, sum veruliga betra um stemningin. Og ikki at gloyma, so hava vit reytt pornoljós á vesinum!
Fólk ganga framvið, og summi koma ein túr inn at vitja okkum. Tað er altíð hugnaligt á bátabrúnni, stutt sagt – eitt rimmar ball.
Við einari sjampanjufløsku í hondini, ynskja Turið og Linda øllum ein góðan Summarfestival.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |