Flestu teirra tosa um eitt “áðrenn og aftaná”, at eg fór á háskúla

Flestu teirra tosa um eitt “áðrenn og aftaná”, at eg fór á háskúla
Nýtt heystskeið fyri ung byrjar á Føroya Fólkaháskúla 1. septembur 2014.
29.08.2014 - 18:00

Ert tú 17 ár ella eldri, og vilt tú sleppa at brúka og menna tíni skapandi evni? So er heystskeiðið kanska nakað fyri teg. Skeiðið er í 4 mánaðir, frá 1. septembur til 18. desembur, har tú býrt á skúlanum saman við ungum úr øllum Føroyum og úr útlondum.

 

Hetta er fyrsta skeiðið, sum nýggi stjórin, Annfinnur Heinesen, skal standa fyri. Hann tekur við aftaná Róa Patursson, sum hevur verið stjóri á Føroya Háskúla seinastu 26 árini.

 

- Eg ætli mær at gera heystskeiðið meiri stuttligt og viðkomandi fyri tey ungu. Eg vil royna at raka tað, sum tey ungu brenna fyri beint nú, sum t.d tað skapandi, greiðir Annfinnur Heinesen frá.

 

Á skúlanum er eitt breitt úrval av lærugreinum, alt frá bókmentum, føroyskum, søgu og samfelag til sjónleik, málningalist, træsmíð og framleiðslu av dokumentar- og stuttfilmi og mangt annað. Eisini eru tað felags tiltøk sum sangur, havsvimjing og námsferðir. Tað er eingin lesiætlan ella royndir, man skal ikki prógva nakað fyri øðrum enn sær sjálvum.

 

- Eisini ætli eg mær saman við teimum ungu, at viðgera og arbeiða við nøkrum av teimum evnunum í samfelagnum, sum tey halda hava týdning, so skeiðið kann blíva avbjóðandi og mennandi uppá ein meiri spennandi máta, leggur Annfinnur afturat.

 

Á skeiðinum kanst tú menna teg sum persón og samfelagsborgara,  finna teg sjálvan og royna nakað øðrvísi. Tað er ymiskt hvat tú fært burturúr einum tílíkum skeiði, alt eftir hvør tú er, og hvat tú vilt við tí.

 

- Tað er ymiskt hvat fólk fáa burturúr, øll eru ikki á sama staði í lívinum, og øll fara ikki á háskúla av somu orsøk. Summi treingja til at sleppa burtur heimanífrá, orka ikki at búgva hjá mammu og babba meir. So er Háskúlin ein bleytur millumvegur, har einum ikki nýtist at klára seg sjálvan púra einsamallan, tí man býr í tryggum og hugnaligum umhvørvi. Man er saman við øðrum ungum í 4 mánaðir og fær allar máltíðir serveraðar. Summi tíma ikki beint av landinum, tá tey eru liðug á miðnámsskúla, onnur tíma slett ikki á miðnámsskúla. Onkur er kanska arbeiðsleysur, onkur veit ikki enn hvat tey skulu, og hava brúk fyri einum frírúmi, ímeðan tey “finna seg sjálvan”. Uppaftur onnur fara á háskúlaskeið fyri at fordjúpa seg í onkrum ávísum evni. Summi fara bara fyri at hava tað stuttligt saman við øðrum ungum, ella tí tey kenna onkran sum fer.

 

Annfinnur Heinesen leggur afturat, at hann heldur at øll ung, frá 17 og uppeftir kundu fingið eitt fantastiskt upplivilsi við at farið á Føroya Fólkaháskúla. Tað stuttliga er eisini, at tú á skúlanum møtir, býrt, etur og ferðast saman við øðrum ungum sum kanska slett ikki eru sum tú, men kortini blíva tit vinir fyri lívið. Flestu teirra tosa um eitt “áðrenn og eitt aftaná”, at eg fór á háskúla. Nógv hava sagt at tín sjón uppá lívið, og uppá teg sjálvan broytist av einum háskúlaskeiði.

 

Til ber at melda seg til á haskulin@haskulin.fo ella ring 311743 ella skriva til Annfinnur Heinesen á Facebook.

 

Lesið meira um skeiðið á Facebook síðu teirra her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.