Føroyskur trillari kemur í biografarnar

Føroyskur trillari kemur í biografarnar
Eftir 15 ár fáa vit endiliga høvi at síggja ein nýggjan, føroyskan spælifilm, tá LUDO eftir Katrina Ottarsdóttir verður sýndur.
05.09.2014 - 23:45

LUDO er eitt psykologiskt drama, ið snýr seg um 11 ára gamla gentu, sum er fangað sum gísli millum myrka sinnalagið hjá mammu síni og hjálparsloysið hjá pápa sínum. Tað er Lea Blaaberg, ið hevur høvuðsleiklutin sum dóttirin, meðan Hjálmar Dam spælir pápin, og mamman verður spæld av Hildigunn Eyðfinnsdóttir.

 

Hetta er fyrsti føroyski spælifilmur í 15 ár, eftir at Bye Bye Bluebird eftir sama filmsstjóra kom út í 1999. Filmurin varð tikin upp á Sandi í august 2013, og nú, 13 mánaðir seinni, verður hann endiliga sýndur. Tað verður hin 11. septembur, tá filmurin hevur frumframførslu í Norðurlandahúsinum, har leikarar og framleiðarar verða hjástaddir.

 

Frá 12. septembur verður filmurin sýndur fyri almenninginum í Havnar Bio og Atlantis Bio í Klaksvík. 25. septembur verður hann sýndur fyrstu ferð í Danmark, tá filmsfestivalurin Færøske Biodage fer av bakkastokki. Eisini er hann higartil bókaður til sýningar í Aarhus, Odense, Aalborg og Valby.

 

Lurtið eftir Mentanarkaféini í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya hósdagin 11. septembur frá kl. 17.00 til 18.00, tá vangamyndin verður av Katrini Ottarsdóttir, filmsstjóra.

 

Atgongumerki til filmin kosta 80 krónur og kunnu nú keypast í biografunum ella á heimasíðum teirra.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.