- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er slutt við p-pillum og hítum
Eitt nýtt slóðbrótandi slag av fyribyrging til menn er ávegis. Sambært non-profit felagsskapinum Parsemus Foundation, sum framleiðir vøruna, verður tað longu á marknaðnum í 2017.
Nýggja fyribyrgingin, Vasalgel, hevur verið sera úrslitagott í eini roynd á bavianum, har trýggir hannar vóru sproytaðir við stoffinum. Teir fingu fría seksuella atgongd til 10-15 honir í part, og sjálvt um teir seinasta hálva árið ikki hava hildið sær aftur, so er ikki ein einasta hon við barn enn.
Parsemus Foundation eru klár at royna vøruna á menniskju næsta ár.
Mátin hendan nýggja fyrbyrgingin fyrigongur á er við eini innsproyting í sáðstrongin hjá monnum - sáðstrongurin er tann, sum verður kvettur við sterilisering – stoffið í sproytuni forðar síðani sáðkyknunum í at sleppa út. Um maðurin ynskir vanliga avgongu aftur, so fæst tann øvuta mannagongdin eisini, har man vi eini arðari sproytu ”skolar” stoffið út aftur.
Fyrbyrgingin er, mótsatt flestu ørðum, hormonfrí, og so krevur hon einans eina viðgerð, sum heldur sær.
Les meira um Vasalgel á heimasíðuni hjá Parsemus Foundations.
Kelda: mx.dk
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |