Yes Scotland ella Better Together?

Yes Scotland ella Better Together?
Hevur tú stýr á tí, sum hendir í Skotlandi í løtuni? Les við her.
11.09.2014 - 23:30

18. septembur skulu borgarar í Skotlandi atkvøða um loysing frá Stórabretlandi, sum hevur verið til síðan 1707. Spenningurin er stórur, og støðan í Stórabretlandi er spent í løtuni, nú nýggjastu veljarakanningar vísa ein lítlan meiriluta fyri loysing. Tað er Yougov, ið hevur gjørt eina veljarakanning fyri blaðið The Sunday Times. Kanningin vísir at 51% stemma ja fyri loysing, meðan 49% eru ímóti. Tað eru veljarirnir, sum enn ikki hava tikið støðu til spurningin um loysing, sum koma at avgera valið.

 

Les eisini greinina Tiltøk í samband við skotska valið

 

Yes Scotland og Better Together

Tað hevur verið nógv tosað um tvey mótstríðandi átøk í samband við valið. Better Together er átakið fyri einum samlaðum Stórabretland. Við í átakinum eru teir stóru bretsku flokkarnir Labour, Tey konservativu og Liberaldemokratarnir. Teir eru skelkaðir av útlitinum til, at skotarnir fara at stemma ja til sjálvstýri. Teir hava í hesum sambandi bjóða skotum meiri vald í t.d skattapolitikki og vælferðarpolitikki og siga, at ein grundlóg við broytingum í er á veg.

 

Forsætisráðharrin í Bretlandi, David Cameron, hevur lovað at gera alt fyri at halda saman á Stórabretlandi.

- í síðsta enda er tað upp til skotska fólkið at velja, men eg ynski, at tey skulu vita, at restin av Stórabretlandi – og eg tosi sum forsætisráðharri - ynskja, at tey skulu verða verandi, sigur hann.

 

Á ja síðuni er Yes Scotland, sum er umboðað av skotska tjóðskaparflokkinum SNP (Scottish National Party), Teimum grønu og sosialistunum. So eru eisini hópurin av einstaklingum og bólkum við, sum ikki eru heftir at nøkrum flokki. Stóri munurin á Yes Skotland og Better Together er, at Yes Skotland hevur nógv meira sjálvbodna arbeiðsorku, og ein flatari leiðslustruktur. Nógv bendir á, at SNP kemur sterkari út av valinum 18. septembur, óansæð hvat úrslitið verður.

 

Forsætisráðharrin í tí skotska sjálvstýrinum tekur ikki tað fyri fult, sum onglendingar nú bjóða teimum.

- Teir meina tað ikki í álvara. Tað er eitt sansaleyst síðsta stig, tí at ja-síðan hevur fingið meiriluta. Eg eri ikki í iva um, at teir fara at finna uppá okkurt. Tá teir ikki hava klárað at ræða skotska fólkið, so má næsta stig jú vera at lokka okkum. Men tað fer heldur ikki at eydnast, tí teir hava einki trúvirði eftir.

 

Nógv hava úttala seg um valið, eitt nú skotski rithøvundurin av bókarøðini Harry Potter, J.K. Rowling. Hon hevur úttalað seg um støðuna á Twitter. Hon er ímóti loysing, hon vil hava eitt samla Stórabretland.

 

 

Hvat hendir um Skotland fær sjálvstýri?

 

Hvussu skal øll ognin í Stóra Bretland deilast, um nú Skotland fær sjálvstýri? Tað er ein av teimum stóru spurningunum, sum hevur fylt nógv bæði hjá Onglandi og Skotlandi. Um skotarnir stemma fyri sjálvstýri, má man fyrst í gongd við drúgvar samráðingar við London um, hvat skal gerast við felags valutaðin, ríkisskuldina, oljuna í Norðsjónum og framtíðina fyri bretska herflotastøðina.

 

Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at Skotland skal gjalda hægri rentur, tí landið ikki hevur nakra kredittsøgu, sum vísir, hvussu tað fer at uppfylla skylduna.

 

Alex Salmond hevur sagt, at hann vil varðveita bretska pundið, men tað hava floksleiðararnir í London avíst. Tó kann Skotland brúka pundið uttan at vera við í einum gjaldoyrafelagsskapi við restini av Bretland. Ein kann gott vera knýttur at einum gjaldoyra, uttan at vera knýttur at politiksu skipanini kring tí. SNP hevur sagt, at um Bretland ikki ger ein gjaldoyrafelagsskap við Skotland og loyvir Skotland at hava virðini í enska tjóðarbankanum at fella aftur á, so noktar Skotland at átaka sær nakran part av bretsku skuldini. Ein annar møguleiki verður at fara upp í evruna ella innføra egnan valuta, sum kann føra eitt størri kurssveiggj við sær.

 

Fleiri bankar ætla eisini at flyta teirra høvuðsstøð suður um markið, tí teir eru bangnir fyri, at Skotland ikki verður nóg støðugt.

Harafturímóti ætla sjálvstýristalsmenninir at brúka inntøkuna frá skotsku oljuni í Norðsjónum til at seta ein oljugrunn á stovn, soleiðis sum tað er gjørt í Noregi, og samstundist skal landið gerast ein av heimsins fremstu tjóðum innan vindorku.

 

Kelda: Tv2.dk, Politikken.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.