Tiltøk í samband við skotska valið

Tiltøk í samband við skotska valið
Vilt tú fáa meir at vita um skotska valið, so eru tiltøk bæði í Føroyum og í Danmark.
12.09.2014 - 00:15

Aye ella Nay?

18. septembur skipar Norrøna Ungmannafelag Føroya fyri tiltakið við fyrilestrum og drekkamunni í Perluni.

 

Fyrrverandi formaðurin í Meginfelag Føroyskra Studenta, Regin Berg fer at greiða frá søguligu gongdini í Skotlandi og hugleiða um, hví loysingarvongurin er blivin so nógv sterkari seinastu 30 árini. Eisini fer hann at hugleiða eitt sindur um, hvørjar avleiðingarnar av einum "ja" ella "nei" eru. 

 

Les eisini greinina Yes Scotland ella Better Together

 

Eisini fer Sjúrður Skaale at práta um nýggju nationalismuna í Evropa, ið av álvara er um at fáa fótin fastan.  Spurningurin, ið Sjúður setur og roynir at svara er so: Hvar stendur SNP í hesum høpi? Hvar standa Føroyar? Og hvør kann avleiðingin verða fyri Europa, um rørslurnar gerast sterkari enn tær eru?

  

Les meir um tiltakið her

 

MFS: Skotsk fólkaatkvøða og fríggjadagsbarr

MFS í Keypmannahavn skipar saman við Una Holm Johannesen fyri einum tiltaki 12. septembur í Føroyahúsinum.

 

Ólavur Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur og Ph.d. lesandi í Aberdeen, fer at geva eina beinleiðis dagføring av núverandi støðuni viðvíkjandi valstríðinum. Hann fer m.a. at greiða frá, hvussu veljarakanningarnar síggja út, hvat grundgevingin fyri hesum kann verða, hvussu hýrurin er millum fólkið, umframt hvørji evni hava merkt valstríðið. 

 

Sigmundur Ísfeld, sendimaður Føroya í Keypmannahavn og fyrrverandi sendimaður í London, fer at greiða frá skotska tjóðskaparstríðnum bæði í einum bretskum høpi og við atliti at viðurskiftunum við Føroyar. 

Rógvi Olavson er samfelagsfrøðingur og hevur búð bæði í Skotlandi og Onglandi. Han fer at hugleiða um, hvussu valið kann koma at ávirka Føroyar og føroysk áhugamál, og hvussu sambandið millum Føroyar og Skotland og onnur norðurlendsk lond kan broytast og gerast sterkari.

  

Les meir um tiltakið her

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.