- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað er ikki nakað, sum eg tími at hyggja eftir saman við familjuni
Í sendingini Yacht Party kunnu vit hyggja við, tá ung fólk, ið øllum dáma væl at stuttleika sær, fara á ævintýr við eini luksus yacht í Adriahavinum. 24 ára gamli Martin Heldarskarð er ímillum tey 10, ið eru við í sendingini.
- Vinmenninir hjá mær fóru til Alanya, og eg fór ikki við, so eg endaði inni á TV3.dk. Har søktu tey eftir 10 ungum millum 18-30 ár at fara ein túr til Kroatia, alt betalt, fría barr, fríar sigarettir og gott veður. So eg prøvaði bara ar søkja, tað var í summarfrítíðini alíkavæl. Eg vildi sleppa at ferðast!
Tað verður alvorliga well
Ferðin byrjar í Split, sum er tann størsti býurin í Kroatia, ið liggur við Adriahavið. Her bíðar yachtin eftir teimum spentu gestunum. Á ferðini sigla tey frá strond til strond fyri at ballast á luksus náttklubbum, møta fólkum og fáa eina uppliving fyri lívið. Tað eru millum 20 og 50 stuttleikabátar og yvir 500 fólk frá allari verðini, ið sigla runt og ballast á strondunum.
- Tað er ikki nakað, sum eg tími at hyggja eftir saman við familjuni, men tey mugu gjarna hyggja eftir tí, bara ikki saman við mær. Hetta má ein hyggja eftir saman við vinfólkunum. Og trúgv mær, tað verður alvorliga well. Havi akkurát hugt eftir fyrsta partinum á Viaplay.dk.
Ikki bara ball og luksus
Luttakararnir sleppa ikki bert at stuttleika sær, hóast tað er tað, teir gera tað mesta av tíðini. Teir skulu eisini arbeiða hart og hjálpa til umborð, fyri at sleppa at vera við, annars kunnu teir lætt verða skiftir út.
- Tað er ikki ein kapping, so tað snýr seg ikki um at klára seg væl. MEN, tað er lætt at gera býtt ting, tá ið tað er frítt alkohol dag og nátt.
Fleiri føroyingar í donskum sendingum
Eftir hondini hava vit sæð fleiri føroyingar í ymsum donskum reality sendingum, men um hetta er nakað sum hevði riggað í Føroyum, ivast Martin stórliga í.
- Kundi ikki fyristilla mær tílíkar sendingar í Føroyum. Men tað er skeg, tá ið føroyingar sleppa við í danskar sendingar. Hví ikki? Tað einasta sum er, er at føroyingar hava lætt við at døma onnur, men tað má man bara liva við.
Tú kann fylgja við í sendingini á TV3 teir komandi mánadagarnar, og fyrsti partur liggur longu á Viaplay.
Tú kanst eisini fylgja við á Facebook síðuni her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |