- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesiringur fyri ungdóm
Lesiringur fyri ungdóm
Býarbókasavnið fer at skipa fyri lesiringi fyri ung í aldrinum 13-16.
21.09.2014 - 15:15
Nú byrja vælumtóktu lesiringarnir hjá bókasavninum aftur, har fólk hittast einaferð um mánaðin fyri at tosa um eina bók. Fyrsti fundur er mánakvøldið 29. septembur, har lesiringarnir eisini verða skipaðir. Í alt hittast tey sjey ferðir.
Sum nakað nýtt, verður tað nú ein lesiringur fyri ung, har tey fáa høvi at lesa eina ávísa bók saman og tosa um hana aftaná.
Bókasavnið leggur høli til og útvegar bøkur.
Um áhugi er fyri hesum, ber til at melda seg til ungdómslesiringin, við at skriva til Hanne@bbs.fo ella Malan@bbs.fo
Eisini ber til at fylgja við á Facebook síðuni her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |