Ebola leysasøgur: Satt ella ósatt?

Ebola leysasøgur: Satt ella ósatt?
Nógvar leysasøgur ganga um ebola virussjúkuna, men hvørjum skal ein trúgva?
28.09.2014 - 16:30

Ebola virussjúkan er framhaldandi ein stórur trupulleiki í Vesturafrika, og serliga í Liberia. Talið av andlátum er komið á 3000 og felagsskapurin WHO stúrir fyri, at talið skjótt fer at koma upp á 20.000 fólk, sum eru smittaðið við ebola.

 

Tað ganga nógvar leysasøgur um virussjúkuna ebola. Men Rasmus Tantholdt, sum er útsent tíðindafólk hjá TV2, er í løtuni í Liberia. Hann hevur kannað nakrar av leysasøgunum nærri.

 

1. Ebola-virussjúkan smittar sum beinkrím.

 

Hetta er ósatt. Ebola smittar bara gjøgnum samband við kropsveskum. Her undir eru tað serliga blóð, sveitti, blóðugt spýggj ella sáð, sum man skal ansa eftir. Hesar kropsveskur eru meiri smittandi jú longur man er komin í sjúkugongdini. Hetta kemur av, at virusmongdin er størst um hetta mundið.

 

Hetta er eisini grundin til at nógv av tilfeldunum eru millum heilsurøktarar, sum ikki hava brúkt verjubúnar rætt ella yvirhøvur, avvarandi, sum hava haft samband við sjúklingar og fólk, sum hava hjálpt til við jarðarferðum, har tey til dømis hava hampað líkini.

 

Ebola smittar eisini við kynsligum sambandi og gjøgnum brúktar nálir og onnur læknaamboð, sum ein ebola sjúklingar hevur brúkt.

 

2. Man verður beinavegin sjúkur, um man verður smittaður.

 

Hetta er eisini ósatt. Tilgerðartíðin er vanliga fýra til 10 dagar, men kann eisini vera frá tveimum til 21 dagar, áðrenn ebola-virussjúkan yvirtekur kroppin.

 

3. Man smittar í tilgerðartíðini.

 

Tað eru bara fólk, sum hava ebola-sjúkueyðkenni, sum smitta. Eyðkennini eru fepur, sterka høvuðpínu, diaré og bløðingar.

 

4. Tað finst ein kurur móti ebola.

 

Tíverri. Enn hevur tað ikki eydnast granskarum at finna ein kur móti ebola. Tað einasta, sum kan lekja ebola sjúkuna er at leggjast inn á sjúkrahús, har sjúklingurin far vesku innanæðra fyri ikki at turka, og mat so kroppurin sjálvur kann berjast við sjúkuna. Harafturat fær sjúklingurin antibiotika, sum skal minka um ígerð.

 

5. Ebola smittar gjøgnum ting á almennum støðum.

 

Man kan ikki fáa ebola gjøgnum til dømis pengar ella við at svimja í einum svimjihyli. Eiheldur bera moyggjabitar smyttuna. Ebola kann yvirliva nakrar dagar í vesku ella í turkaðum tilfari. Man kan gera ebola virussin óvirknan við sprit, klor, UV- ella gamma-stráling, við upphitin til 60 stig ella við at kóka tað í fimm minuttir.

 

Kelda: TV2

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.