- Tíðindi, mentan og ítróttur
Síggj myndir frá Grease venjing her!
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/img_9235.jpg?itok=v_wS15ua)
Tað er lív í. Komin inn í studentaskúlan í Hoydølum, hoyrist væl og virðiliga, at okkurt sker. Niðri í ítróttahøllini hoyrast vælkendir Grease sangir, har ein bunki av sveittandi Grease leikarum venja. Umaftur og umaftur.
Í samkomuhøllini venja tey einstaklinga venjingar, har nøkur fá í leikinum framføra fyri leikastjóranum Jákup Veyhe.
-Nei, bíða líka! Steðga har. Vit taka hatta umaftur, letur úr Jákupi Veyhe. Og tey venja leikbrotið umaftur.
Tað er eyðsæð, at tað er strævið, men leikararnir tykjast motiveraðir og arbeiðsamir.
Enn loyva tey okkum ikki at avdúka, hvør spælir hvat, men tað verður kunngjørt seinni. Tú kanst fylgja meira viðher!
Röddin fer at fylgja við venjingi, og enn einaferð leggja myndarøð út, tá leiklutirnir eru blivnir almannakunngjørdir.
Síggj myndarøð niðanfyri - Gunnhild Persson hevur tikið.
Leikararnir bíða meðan vant verður til einstaklingavenjingar.
,,Kom nú, gerið tykkum klár og djúp konsentratión"
Út at venja dansin
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |