Guðrun Jóannesardóttir Henriksen: Mín fyrsti tanki var 'fokk'

Guðrun Jóannesardóttir Henriksen: Mín fyrsti tanki var 'fokk'
Guðrun Jóannesardóttir Henriksen er 17 ára gomul, og er júst afturkomin úr Fraklandi, har hon hevur verið sum skiftisnæmingur.
03.10.2014 - 19:00

-Eg fór til Fraklands, tí at eg var troytt av lítlu Føroyum, og vildi læra at klára meg sjálva. Eg eri sera opin fyri avbjóðingum, so tað at læra eitt heilt nýtt og ókent mál var eisini ein av orsøkunum.

 

 

Guðrun var í Fraklandi í 10 mánaðar, og henni dámdi sera væl.

 

-Eg búði í einum býi í Miðfraklandi, sum eitur Blois, sum liggur hálvan annan tíma sunnanfyri París. Har búgva 60.000 fólk, men hóast har vóru fleiri innbúgvar enn í Føroyum, so var tað ein 'lítil' býur.

Eg fór avstað til Fraklands í September 2013, men onkursvegna gekk tað ikki rættiliga upp fyri mær, hvat eg hevði rótað meg út í, fyrr enn eg kom inn til mína nýggju familju. Tá hugsaði eg veruliga 'fokk', og kundi als ikki ímynda mær, at eg skuldi búgva har teir næstu 10 mánaðarnar. Men so við og við byrjaði at at blíva betur: Eftir eina viku byrjaði eg at venja meg við eina nýggja song, nýggja familju og ein púra øðrvísi kultur.

 

 

Av tí at skúlaskipanin í Fraklandi er heilt øðrvísi enn í Føroyum, so skuldi Guðrun ganga á øðrum miðnámsskúlaári ímeðan hon var í fraklandi, hóast at hon júst var liðug í 9. flokki.

 

-Tá eg fyri fyrstu ferð kom á skúlan, hevði eg hug at gráta og vildi sleppa heim. Men í tí løtu at eg sá mínar floksfelagar, bleiv eg glað, og hugsaði, at eg nokk skuldi fáa árið at ganga. Eg søkti inn í science-leiðina á skúlanum, men av eini ella aðrari orsøk, endaði eg á litteratur-leiðini, sum var sum skapt fyri meg. Flokkurin var góður, og tey eru heilt víst orsøkin til, at mítt ár eydnaðist so væl.

 

Sambært Guðrun, er franskt eitt sera torført mál at læra. Bókstavirnir verða úttalaðir á ein annan hátt, og í fyrstuni var alt ein stórur vavgreytur. Tildømis kallaðu tey Guðruna 'Gudrun', sum merkir tað sama sum orðið 'goudroun', ið merkir asfalt. Tað er eitt tað fyrsta orðið, ið hon lærdi.

 

-Eg byrjaði ikki at tosa franskt fyrr enn í november, men so skjótt eg kom í gongd gekk tað sum smurt. Heima við hús tosaðu vit Franskt, og eisini í skúlanum royndu tey at læra meg. Við døgurðaborðið lærdu beiggjar mínir meg at siga ymiskt á fronskum, ímeðan eg lærdi teir hvussu sama tingið æt á enskum.

 

Í Fraklandi lærdi Guðrun serliga eitt - ikki at taka alt fyri givið.

 

-Eg havi altíð havt vinir, men eg havi ongantíð hugsað um, hvussu ringt tað er at skapa eitt vinarband. Hetta lærdi eg serliga í Fraklandi – vinir koma ikki at sær sjálvum, og eg lærdi tískil at traðka fram og at vera nógv meira opin enn eg plagdi at vera. Málið var eisini ein stór avbjóðing, og tískil var tað enn verri at føra vanligar samrøður við fólk. Men eg mátti læra at flenna at mær sjálvum, og læra av mínum málsligu villum.

 

Árið eydnaðist væl, men hóast tað var framúr gott, so hevði tað eisini nógvar avbjóðingar við sær.

 

-Eg treivst avbera væl, og tímdi als ikki heim aftur, tá tann tíðin kom. Men hóast alt kom eg heim, og havi tilpassað mær Føroysku umstøðunum aftur. Árið í fraklandi er goymt í minnunum, og verður tað ongantíð gloymt. Tað var hart at koma í gongd, men hóast alt gekk tað sum streymur í á, og nú siti eg longu aftur í Føroyum.

 

Eg vil viðmæla øllum at royna eitt ár uttanlands, tí tað er veruliga eitt upplivilsi. Tað hevur so heilt víst verið besta árið í mínum lívi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.