- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyr Teit í Keypmannhavn í annaðkvøld

Hoyr Teit í Keypmannhavn í annaðkvøld
Teitur skal spæla til stuðulskonsert í Jazzhouse í Keypmannahavn.
01.11.2014 - 20:45
Majke Voss Romme, eisini kend sum Broken Twin, skipar sunnudagin 2. novembur fyri stuðulskonsert í Jazzhouse í Keypmannahavn.
Peningurin, sum kemur inn til stuðulskonsertina, fer óskerdur til Folkekirkens Nødhjælp og beinleiðis til stuðul til kreppuna í Gaza.
Í gjár vórðu fimm nýggj nøvn kunngjørd, og har ímillum var føroyski Teitur.
Afturat Teiti verða bólkar sum Reptile Youth, Kasper Kaae og eitt loyniligt navn at hoya.
Bólkarnir koma at spæla eini tvey-trý løg í nøkulunda akkustiskum stíli.
Ert tú í Keypmannahavn í morgin, so kanst tú ogna tær atgongumerki á www.billetlugen.dk
Kelda: gaffa.dk
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




