- Havi lært at liva við tí

- Havi lært at liva við tí
- Eg kundi blíva púrasta ólukkulig av at fara í skúla. Tað var ræðuligt. Um ikki besta vinkona mín var í skúla, fór eg heim, tí eg føldi ikki, at eg kendi nakran ella kundi kenna meg trygga við nøkrum á skúlanum. Soleiðis sigur Súsanna Malena Guttesen, ið hevur sosial angist.
08.11.2014 - 16:00

Hon visti ikki av, at hon hevði sosial angist, fyrr enn hon fekk sítt fyrsta vitloysisherðindi í 2011. Síðani tá hevur hon fingið fleiri herðindir og tískil eisini verið hjá lækna - tó uttan úrslit.

 

- Av tí eg ikki fekk nakað úrslit at vita frá læknanum beinavegin, fór eg sjálv í holt við at leita á netinum. Har fann eg útav, at eg allarhelst hevði sosial angist, og tað fekk eg eisini staðfest hjá sálarfrøðingi í 2012, sigur Súsanna Malena.

 

Sosial angist er ein ótti, sum kemur fram, tá ein er millum fólk. Súsanna upplivdi tað soleiðis, at hon var bangin fyri at ristast, rodna, tosa og annars alt annað, sum hevur við tað sosiala at gera.

 

 

Hørð tíð í fólkaskúlanum

 

Tá Súsanna Malena Guttesen byrjaði í skúla, var hon sera smæðin. Hon tordi ikki at tosa og vildi helst bara vera heima hjá mammu síni. Hon kendi seg ótrygga í skúlanum, av tí tað altíð vóru so nógv fólk rundan um hana.

 

- Eg kundi blíva púrasta ólukkulig av at fara í skúla. Tað var ræðuligt. Um ikki besta vinkona mín var í skúla, fór eg heim, tí eg føldi ikki, at eg kendi nakran ella kundi kenna meg trygga við nøkrum á skúlanum. Tað ræðuligasta var, tá vit skuldu útferð við flokkinum. Tá skuldi eg vera saman við fólki í alt ov langa tíð og harafturat eisini sova saman við teimum.

 

Tað gjørdist verri, tá Súsanna kom upp í tannárini. Hon skammaðist av broytingunum, sum kroppurin fór ígjøgnum, har tað serliga vóru kvinnuligu formarnir, ið hon var flóv av. Tískil gekk hon altíð í stórum klæðum, og tað endaði við, at hon fekk etingarólag.

 

 

Hevur lært at liva við tí

 

- Tað er tungt til tíðir, av tí eg ikki kann tað sama sum hini. Eg vil gjarna læra til sálarfrøðing ella okkurt innan fyri tað økið, men tað ber tíverri ikki til. Eg hevði ynskt, at eg kundi tikið útbúgvingarnar ella HF á netinum, soleiðis at eg slapp undan at vera í millum nógv fólk. Eg læri persónliga best, tá eg siti einsamøll í eini skúlastovu saman við einum lærara. Tað var eisini har, eg bæði lærdi at rokna og lesa, tá eg var yngri.

 

Hevur góðtikið sjúkuna

 

-Eg havi góðtikið, at eg ikki kann tað sama sum øll onnur longur, og tískil havi eg eisini tamarhald á mínum sosial angist, hóast tað av og á kann koma fyri, at eg fái vitloysisherðindi.

 

Alnótin hevur hjálpt Súsonnu serliga nógv, har hon hevur leitað sær fram til úrslit av nógvum ósvaraðum spurningum. Harafturat hava familjan og sjeikurin hjálpt henni nógv og góðtikið hennara nýggja livihátt.

 

- Tað truplasta var, tá eg skuldi tilpassa meg til eitt nýtt lív. Tað var hart at koma ígjøgnum. Einki verður tað sama aftur, men eg læri meg at liva við tí.

 

Í mei í fjør fór Súsanna í holt við sín dreym, sum nevnliga var at gera smyrsl-filmsbrot, og seinni fór hon eisini í holt við at gera filmsbrot um angist.

 

Síggj filmsbrotið hjá Súsonnu her!

 

- Tað hevur hjálpt mær so ótrúliga nógv. Serliga eru tað angist filmarnir, sum hava gjørt nógv. Fólk, eg ikki kenni, koma yvir til mín og takka mær fyri, at eg gjørdi angist video, har eg so ærliga greiði frá míni persónligu søgu, sum onnur eisini kunnu kenna seg aftur í.

 

Manglandi vitan um sosial angist

 

Súsanna heldur ikki, at fólk vita nóg nógv um sosial angist. Tað gjørdi hon heldur ikki, áðrenn hon sjálv varð rakt av tí.

 

- Fólk áttu at vitað nógv meira um sálarsjúkur, soleiðis tey betri kundu skilt onnur og ikki minst seg sjálv. Fólkaskúlin kundi eitt nú havt sálarsjúku sum lærugrein, soleiðis at næmingar longu í einum ungum aldri vistu, hvat sálarsjúka var.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.