Føroyingur kanska ársins kvinnuligi íverksetari í Danmark

Føroyingur kanska ársins kvinnuligi íverksetari í Danmark
Heiða G. Nolsøe og Marie S. Berggren eru í uppskoti um at verða ársins kvinnuligu íverksetarar fyri verkætlanina DropBucket.
11.11.2014 - 16:30

DropBucket er ein umhvørvisvinarlig rúskspann, ið er gjørd úr endurnýttum rukkupappi. Hon kann leggjast saman og er eisini vatntøtt. Hetta ger, at hon tolir alt slag av veðri. Einnýtis ruskspannin verður tveitt burtur saman við ruskinum; tískil er hon væl egnað á eitt nú festivalum.

 

Heiða G. Nolsøe og Marie S. Berggren, sum báðar hava bachelor útbúgving í sniðgeving og íverksetan, standa aftanfyri verkætlanina. Hugskotið byrjaði, tá ið tær fóru í gongd við sítt fyrsta designprojekt. Tær meldaðu verkætlanina til ymiskar íverksetanarkappingar – og tá kom vindur í seglini. Tær fingu t.d. aðru heiðursløn í kappingini um “Innovationsprisen” í Aarhus. Í samband við hetta tiltakið fingu tær eisini samstarvsavtalu í lag við Aarhus kommunu og DTU.

 

Ruskspannirnar hava verið royndar á fleiri støðum t.d. á Roskilde festivalinum, Míttland, Ólavsøku og Frigg festivalinum, har tær hava verið sera væl umtóktar.

 

Nú eru tær báðar, Heiða og Marie, í uppskoti til ársins kvinnuligu íverksetarar í Danmark 2014, sum ivaekst.dk skipar fyri. Umframt kappingina um ársins kvinnuligu íverksetarar, gevur ivaekst.dk eisini heiðurlønir í fimm øðrum bólkum. Har er tó eingin føroyingur tilnevndur. 

 

 

Ivaekst.dk grundgevur soleiðis fyri tilnevningini:

 

Kan man lave en skraldespand af skrald? Det er præcis, hvad Heiða og Marie har gjort. Pigerne bag DropBucket har opfundet en miljøvenlig engangsskraldespand lavet af genbrugsbølgepap, og har på rekordtid fået kunder som f.eks. Roskilde Festival, Københavns Kommune, Århus Festuge og Distortion.

 

Genbrug er som bekendt guld, der med Heiða og Maries vovemod har medført, at de har fået et millionbeløb i investorkapital til at udbrede DropBucket i Europa.

 

Senest har de modtaget en særdeles fornem anerkendelse indenfor egen branche, da de i sidste uge vandt en ScanStar pris for bedste emballage i Skandinavien.”

 

Øll kunnu atkvøða fyri besta íverksetara her fram til 28. november 2014. Vinnararnir verða heiðraðir 4. desember. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.