Lesarabræv: Nullhugsjón mótvegis kynsligum ágangi

Lesarabræv: Nullhugsjón mótvegis kynsligum ágangi
Kristina Heðinsdóttir Clementsen, nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum, hevur skrivað lesarabræv um kynsligan ágang.
13.11.2014 - 19:30

Í ov langa tíð hevur tað verið sagt nógv, men ov lítið gjørt, tá spurningurin um kynsliga misnýtslu hevur verið á breddanum. Tað er ov lítil hjálp at heinta hjá teimum, ið hava verið útsett fyri kynsligari misnýtslu, og ov nógv, ið føla seg sviknan av skipanini. Sum nú er tykist tað sum, at tann, ið hevur verið úti fyri kynsligum ágangi ikki altíð hevur hjálp at heinta, og eg havi hug at spyrja: hvør er tað, ið skal verða revsaður – ofrið ella skemmarin?

 

Rættvísari samfelag og rættvísa rættarskipan

Eitt grundleggjandi mannarættindi er, at tú hevur ræðið á egnum kroppi. Tó er tað tíverri alt ov nógv, ið upplivað, at onkur ger seg inná teirra rættindi. Summi gera seg inná børn, ung og eldri. Seinárin av hesum er ofta ótti, depressión og sjálvmorðstankar. Vit noyðast at síggja tað sum ein veruleika, og ikki longur royna at skúgva trupulleikan burtur, men taka ábyrgd av honum. Tað er týdningarmikið, at tað verður arbeitt miðvíst ímóti at fyribyrgja kynsligum ágangi, og at samfelagið er klárt at hjálpa teimum, ið eru úti fyri kynsligum ágangi. 



 

Tað vísir seg ofta, at fólk, ið hava verið úti fyri kynsligum ágangi ikki viðurkenna tað fyrr enn tey eru vorðin eldri. Tað verður ofta sæð sum skomm, og í Føroyum er tað enn eitt evni, ið ikki verður tosað nógv um. Tó er tað vorðið betri, tí vit hava fingið ymiskar felagsskapir m.a. KRIS, ið eru sjónlig á føroyska pallinum.



 

 

Fyrningarfreistin má burtur!


Um vit ynskja, at tey, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi skulu liva eitt sømiligt lív eru vit noydd at gera okkurt við tað. Vit mugu veita teimum alla hjálp, ið tey hava brúk fyri. Eitt, ið tann útsetti eisini hevur brúk fyri er, at skemmarin verður revsaður fyri sínar gerðir, og tá má viðkomandi hava møguleika at melda málið. Um tann útsetti hevur brúk fyri at melda málið, tá hann er vorðin 40 ár, so skal tað vera møguleiki til tess. Tí er tað av alstórum týdningi, ikki bara fyri ofri, men eisini fyri samfelagið, at fyrningarfreistin fer burtur. Hetta er fyri at skapa eitt rættvíst samfelag, har rættarskipanin er ílagið!



 

 

Møguleiki hjá øllum at heinta sær hjálp


Sáttmálin, ið heilsumálaráðið hevur gjørt við Føroyskir Sálarfrøðingar skal eisini betrast. Sum nú er kunnu tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi áðrenn tey eru 18 ár, bert heinta sær ókeypis professionella hjálp til tey eru 25 ár. Sum áður sagt koma fylgjurnar av kynsligum ágangi ikki fyrr enn seinni í lívinum hjá summum, og tað skal eisini vera møguligt hjá teimum at heinta sær hjálp! 



Tá fólk eru dømd fyri kynsligan ágang er tað týdningarmikið fyri ofri og familjuna, at persónurin fer inn at sita beinanveg. Rættarskipanin má vera ílagið fyri, at ofri skal kenna seg trygt í gerandisdegnum. Tað er ikki ílagið, at aftaná eina harða tilgongd í rættinum, at ofri skal uppliva ein ótryggan gerandisdag. Vit mugu gera alt fyri, at ofri ikki kennir seg fyri ágangi enn einaferð!





Tað er nógv, ið kann minka um trupulleikan. Upplýsandi tiltøk, fyrningarfreistin skal burtur, møguleika til ókeypis sálarliga hjálp, strangari revsirammur o.a. Í Unga Tjóðveldið ynskja vit, at øll, ið eru offur fyri kynsligum ágangi skulu ikki revsast longur. Føroyar skal vera eitt fyrimyndarligt land, og geva øllum møguleika at fáa hjálp. Samfelagið skal taka ábyrgd av teimum óhugnaligu gerðum, ið fara fram aftanfyri dyrnar. Tað skal ikki longur goymast, men fram í ljósið, so vit fáa basa hesum trupulleika!

 

 

Kristina Clementsen,

Vegna Unga Tjóðveldið


13-11-2014

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.