Bólturin ella bøkurnar?

Bólturin ella bøkurnar?
Røddin hevur tosað við Andrew av Fløtum og Jóhan Viderø Gunnarson um tvístøðuna: At satsa uppá fótbóltin ella fáa sær útbúgving.
21.11.2014 - 11:00

Tað er lætt at koma upp á tindarnar í Føroyum. Dugir tú væl at spæla fótbólt, ja, so gongur ikki leingi til tú verður ein føroysk fótbóltstjørna. Sjálvt um hetta er við til at styrkja ítróttarmentanina í Føroyum, kann hetta eisini verða ein forðing fyri, at ung ítróttarfólk fáa sær eina útbúgving.

Hvussu er at standa við valinum millum ítróttin og útbúgvingina? Er tað antin ella? Er útbúgving altíð tað rætta valið? Og skulu øll av landinum at lesa?

 

Røddin hevur tosað við Andrew av Fløtum og Jóhan Viderø Gunnarson um tvístøðuna: At satsa uppá fótbóltin ella fáa sær útbúgving.

 

Fylgdi huganum

Andrew av Fløtum er 35 ára gamal, giftur við Ruth av Fløtum, og saman hava tey trý børn.

Andrew kom á besta liðið hjá HB longu sum 16 ára gamal; hann hevur verið føroyameistari 6 ferðir, verið á landsliðnum og harumframt bæði topskjútti og ársins leikari.

Hann hevur altíð valt fótbóltin framum, men í summar fekk hann læraraprógv.

 

- Uppá ein máta hevði eg viljað verið liðugur við útbúgvingina fyrr, og haraftrat haldi eg, at tað er sera gott, mennandi og umráðandi at lesa. Men hjá mær hevur alt snúð seg um fótbóltin. Hitt hevur verið sekundert, sigur Andrew.

 

Sjálvt um foreldrini hava eggjað Andrew til at fáa sær eina útbúgving, hevði hugurin til fótbóltin alt at siga. Og sjálvt um Andrew heldur, at útbúgving er umráðandi, so sigur hann samstundis eisini, at góðir fótbóltspælarar kundu í nógv størri mun verið eggjaðir til at satsa stórt, tá ið talan er um fótbólt, tí eina útbúgving kann mann altíð taka.

 

Projektbørn

Tað er eingin ivi um, at fótbólturin - og ítrótturin sum heild - er vorðin nógv meira seriøsur í dag enn fyrr. Andrew greiðir frá, at sum ungir høvdu teir ein rumenskan venjara, sum koyrdi hart á teir. Í dag hava næstan allir ungir menn eitt kort í Yndi, har teir venja sjálvir. Hetta er við til at styrkja ítróttarmentanina, men hetta viðførir eisini trupulleikar.

 

- Í dag verða børn og ung koyrd aftur og fram av foreldrunum. Foreldrini hava sera stórar vónir fyri síni børn, og børnini eru sostatt blivin ”projektir” ístaðin fyri at vera børn. Hetta gevur barninum enn tyngri byrðar, og barnið hevur tá torførari við at velja fótbóltin frá, sjálvt um barnið slett ikki tímir so væl fótbóltin.

 

Andrew greiðir frá, at tað er hugurin, sum hevur verið tann týdningarmiklasti hjá sær.

 

- Eg havi fylgt hjartanum. Fótbólturin hevur gjørt meg til tann, eg eri í dag og hevur heilt víst spælt ein leiklut í sambandi við valið av útbúgving, eg havi tikið. Fótbólturin hevur givið mær ein lærdóm, sum eg ikki hevði vilja verið fyri uttan.

 

Góð kombinatión

Haraftrat eru fótbóltur og útbúgving ein góð kombinatión. Mann fær eitt sindur av løn fyri at spæla fótbólt og studning fyri lesnað, og sum heild passa skúlagongd og venjing væl saman.

 

- Man skal fylgja hjartanum. Eg veit væl, at hetta kanska ljóðar eitt sindur platt, men har er ein sannleiki í tí. Valið er individuelt. Eg havi altíð fylgt huganum, og eg eri bæði glaður fyri øll fótbóltsárini og eisini fyri tey árini, tá eg las, sigur Andrew við einum smíli.

 

Spurdur um hansara framtíðarætlanir í sambandi við fótbóltin svarar hann soleiðis:

 

- Planurin er at spæla so leingi eg tími, og eg tími væl at spæla enn, men sum nú er, havi eg ikki nakran sáttmála til komandi ár.

 

Jóhan var skjótur

Andrew av Fløtum var seinur í gongd við útbúgvingina. Tað var Jóhan Viderø Gunnarson ikki. Longu sum 20 ára gamal fór hann niður at lesa.

 

Sum 16 ára gamal royndi hann seg á besta liðnum hjá B36. Hann bleiv liðugur í student í 2006, har hann saman við tvíburðabeiggja sínum fekk hægsta miðaltal í Hoydølum. Í januar 2008 slapp hann til royndarvenjing í Danmark, men mátti steðga vegna skaða.

Jóhan lesur til aktuar, sum er tryggingarstøddfrøði. Og um alt gongur eftir ætlan, verður hann liðugur í oktobur komandi ár.

 

- Eg havi altíð sett mær fyri, at eg skal hava eina útbúgving. Eg vildi gjarna fara niður hægst tvey ár aftaná student fyri ikki at gerast ov ”rustaður”. Jú longri man bíðar, verri verður at koma ígongd aftur, sigur Jóhan.

 

Familjan eggjaði beinleiðis og óbeinleiðis Jóhan at fáa sær útbúgving.

 

- Abbi segði altíð, at eg skuldi fáa mær útbúgving. Eg veit, at mamma eisini helt tað, sjálvt um hon ongantíð segði tað beinleiðis, men tað lá líkasum í luftini.

 

Jóhan fór lutfalsliga tíðliga niður at lesa samanborið við aðrar føroyskar fótbóltspælarar. Sum 20 ára gamal fór hann niður, og fótbólturin bleiv sostatt settur til síðis.

 

- Eg gjørdi eina royndarvenjing við liðunum Køge og AB í Danmark beint áðrenn, eg fór at lesa, og man kann kanska siga, at hetta var mítt síðsta útkall, um eg skuldi spæla fótbólt á høgum støði. Tað gekk ikki, so eg hvíli í tí avgerðini, eg havi tikið viðvíkjandi fótbólti og útbúgving. Tó skal sigast, at tá ið eg eri heima um summarið og síggi B36 spæla, leingist eg aftur til ta tíðina, tá ið eg var partur av teimum hvítu og svørtu, sigur Jóhan við einum smíli.

 

Jóhan spælir við ÍF Føroyum í Keypmannahavn saman við nógvum øðrum føroyingum.

 

- ÍF Føroyar er gott til okkum, ið koma niður og sum kanska ikki vilja sleppa fótbóltinum heilt. Harafturat er tað sera fleksibult, og tað er gott, tí hjá mær hevur útbúgving altíð verið tað primera – fótbólturin tað sekundera.

 

Fáa falskar vónir

Tað er lutfalsliga lætt at gerast fótbóltshetja í Føroyum. Um tú dugir væl at spæla fótbólt ella annan ítrótt, er skjótt at koma til tops. Og hetta kann kanska geva ungum fótbóltsspælarum falskar vónir um, at teir kunnu liva av fótbóltsspælinum, heldur Jóhan.

 

- Fleiri vera verandi í Føroyum, og hetta kann gerast ein forðing fyri at fara undir útbúgving. Og tað kann gerast ein trupulleiki, serliga tí tað er so torført at sleppa ígjøgnum nálareygað: Tað eru fá, sum faktisk kunnu liva av fótbóltinum. Og tá er gott at hava ein plan B.

 

Er útbúgving altíð tað rætta valið?

- Tað kemur ann upp á, hvør man er. Fyri meg hevur útbúgving verið rætta valið, fyri onkran annan er fótbóltur rætta valið. Eg haldi heldur ikki, at útbúgving er alfa og omega: Tað, at man ikki fær sær útbúgving, merkir ikki, at man er verri enn nakar annar. Vit eru øll ymisk, og tískil eru ymisk pláss fyri okkum í samfelagnum. Tó skal man hugsa seg um og síggja støðuna í einum størri perspektivi: Hvussu sær lívið út um 10-15 ár?

 

Andrew hevur fylgt huganum: Fyrst huganum til fótbóltin og so seinni huganum til læraraútbúgvingina. Jóhan setti sær fyri at fáa sær útbúgving skjótt og spælir í dag eitt sindur fyri ikki at sleppa fótbóltinum heilt. Báðir eru í ymiskum støðum, men báðir hava megnað at kombinera fótbóltin við lesnaðin – bara við ymiskum raðfestingum.

 

Les meira her: http://kvf.fo/roddin/greinar/2014/11/20/foroyska-amatorlidid-hetta-gera-teir-fra-manadag-til-friggjadag

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.