Føroyska amatørliðið: Hetta gera teir frá mánadegi til fríggjadag

Føroyska amatørliðið: Hetta gera teir frá mánadegi til fríggjadag
Sí her, hvat leikararnir á føroyska landsliðnum gera, tá teir ikki buka griskar stjørnur.
20.11.2014 - 20:00

Hvat hava tríggir handverkarar, tveir lærarar og ein miðnámsskúlanæmingur til felags? Jú, teir spæla allir á føroyska landsliðnum, ið júst hevur framt bragd í Grikkalandi. Eitt framúr úrslit, ið heilt víst fer at standa sum eitt tað størsta í føroyskari ítróttarsøgu. Men hvat gera teir, tá ið teir ikki eru á vøllinum?

 

Vanligi gerandisdagurin

“Føroyar framá” og “Okkara rasku dreingir” eru tvey av mongu heiðursheitunum, sum føroysku spælararnir hava fingið. Men handan alt fýrverkið, handan allan stórlætisørskapin, ja, handan Okkara Dreingir eru nakrir púra vanligir dreingir, sum eisini hava ein vanligan gerandisdag.

 

Mann kann ikki skuldseta teir fyri at vera bókormar. Tað er ikki skúlabonkin, teir hava uppslitið. Niðanfyri er nevniliga ein grafur, sum vísir núverandi útbúgvingarstøðuna hjá A-landsliðnum, sum vann á Grikkalandi.

Grafurin vísir í stuttum, at næstan allir landsliðsleikararnir hava eina útbúgving og sostatt hava megnað at samanseta ítrótt og útbúgving. Men samstundis vísir grafurin eisini, at longu útbúgvingarnar ikki eru so væl umtóktar millum føroysku leikararnar.

 

Grafurin

Grafurin skal takast við fyrivarni, tí hann vísir núverandi útbúgvingarstøðuna hjá leikarunum. Tvs. um onkur hevur miðnámsskúla og eina aðra útbúgving, stendur viðkomandi bara at hava ta seinnu. Harafturat lesa teir ymiskt, sum eru ‘lesandi’. (Tølini eru frá fsf).

 

Grafurin vísir, at tað bert er ein, sum hevur eina langa útbúgving í núverandi løtu (tvs. 5 ár +), og í hinum endanum eru tveir, sum onga utbúgving hava. Hetta vísir, at ‘ekstremarnir’ ikki eru væl umboðaðir á føroyska landsliðnum. Hinvegin eru fleiri, sum hava miðnámsskúla, sum lesa ella hava eina stytri útbúgving.

Miðalaldurin á liðnum er 25,6 ár, so sigast kann, at teir eru lutfalsliga seinir í gongd, tá ið talan er um útbúgving, men hinvegin hava teir flestu megnað at fáa útbúgving sum ein part av gerandisdegnum, ja, sum ein part av fótbóltslívinum. Hetta vísir kanska eisini, at fleiri av teimum liva við tvístøðuni: Útbúgving ella fótbóltur? Og kanska standa við einum fóti á hvørjum vongi.

 

Les meira her: http://kvf.fo/roddin/greinar/2014/11/21/bolturin-ella-bokurnar

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.