- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi klárt við fyrstu valevnunum

Ungdómspolitikkarar
Unga Tjóðveldið skipaði í gjárkvøldið fyri seinna og seinasta uppstillingarfundi felagsins. Fundurin varð hildin á Landsbókasavninum, og á skránni var uppstilling til løgtingsvalið komandi.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, greiddi frá um týdningin av virknum ungdómspolitikkarum og ungum uppstillaðum og innvaldum umboðum. Eftir framløguna var orðaskifti.
Seinni partur av fundinum var sjálv uppstillingin. Á fyrsta uppstillingarfundi vórðu tvey ung vald á listan. Av tí at ongin annar valdi at bjóða seg fram hesuferð, blivu hesi bæði staðfest sum valevni og eru sostatt fyrsu valevnini, ið góðkend eru at bjóða seg fram til løgtingsvalið komandi – í hesum føri á lista E.
Talan er um 18-ára gomlu Kristinu Heðinsdóttir Clementsen, ið gongur á 3. ári í Hoydølum, og 20-ára gamla Tór Marna Weihe, ið dagliga starvast sum ungdómskundaráðgevi í Eik – bæði búsitandi í Tórshavn.
Umráandi at ung hava eina rødd
”Jú, tað er ikki frítt fyri, at mann verður eitt sindur errin av, at verða valdur at stilla upp vegna felagið”, segði Tór Marni Weihe eftir fundin. Hann legði dent á, at tað er stak umráðandi, at ung fáa eina rødd á tingi, og at hann er glaður fyri, at Høgni Hoydal í síni framløgu staðfesti, at umboðini hjá Unga Tjóðveldinum ”ikki skulu enda sum Hanus Samró,” ið lovaði ungum gull og grønar skógir, men síðani lítið og onki hevur avrikað í Løgtinginum vegna ungdómin.
Kristina var eisini spent. ”Tað er ikki nøkur løtt avgerð at taka, at bjóða seg fram til eitt løgtingsval. Ein bjóðar seg jú fram at stjórna landinum vegna Føroya fólk, og tað er stór ábyrgd at taka á seg.” Hon legði dent á, umboðini hjá Unga Tjóðveldinum sjálvsagt fara at leggja stóran dent á ungdómsmál, men at umboðini eisini fara at taka fram onnur týdningarmikil mál, eitt nú sosialpolitikkin, ið sitandi samgonga als ikki hevur raðfest, og so fiskivinnupolitikkin, ið kanska ikki er so áhugaverdur at lurta eftir sum ungur, men sum er altavgerandi fyri okkara búskap.
Bæði vóru tey samd um, at fyrsta stigið verður at seta seg niður við limum felagsins at orða politisk mál og skifta orð við limirnar um valdystin.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




