Grindahvalir hava dupult so nógvar heilakyknur sum menniskju

Grindahvalir hava dupult so nógvar heilakyknur sum menniskju
Nýggj donsk gransking vísir, at grindahvalir hava knapt dupult so nógvar heilakyknur sum menniskju.
29.11.2014 - 12:30

Grindahvalurin hevur dupult so nógvar heilakyknur sum menniskjað. Hetta vísir nýggj gransking hjá Bispebjerg Hospital. Tølini og granskingin sum heild eru útgivin í eini grein í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Neuroanatomy. Hetta skrivar DR.

 

Eitt menniskja hevur umleið 20 milliardir heilakyknur, ein grindahvalur harafturímóti hevur umleið 38 milliardir heilakyknur. Harafturat er heilin hjá einum grindahvali eisini størri enn hjá einum menniskja. Heilin hjá einum manni vigar umleið 1,45 kg. og hjá eini kvinnu 1,3 kg, meðan heilin hjá einum grindahvali kann koma upp ímóti 3 kg.

 

Hetta er fyrstu ferð, at eitt djór hevur víst seg at hava so nógv fleiri heilakyknur enn menniskju. Og tað er enn ein gáta, hví tað akkurát er grindahvalurin, sum hevur so nógvar heilakyknur.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.