- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkið og dómararnir samd um vinnaran
Hetta er triðja árið á rað, at Norðurlandahúsið er karmur um árliga filmskvøldið. Aftur í ár høvdu nógv fólk leitað sær niðan í regninum, og salurin var fullur av spentum fólki. Finnur Koba var vertur og lat kvøldið upp við skemtan og gaman.
Helvtin ikki til staðar
10 filmar vóru sýndir og tilnevndir til Geytan 2014. Tó vóru bert helvtin av teimum tilnevndu møtt upp í Norðurlandahúsinum. Nógv av teimum tilnevndu eru nevniliga útisetar og fingu ikki komið til Føroya.
Heiðrikur av Heygum vann alt
Skuld, eftir Heiðriki á Heygum, var síðsti filmur, sum varð vístur, og tað er eisini ein grund til tað. Filmurin er nemliga ein ræðufilmur, so heitt var á veikar sálir at fara út úr salinum, tá hann bleiv vístur. Nøkur fóru út, meðan restin sat og krympaði tær undir allari sýningini.
Í steðginum fingu øll ein atkvøðuseðil, og atkvøtt varð um áskoðaravirðislønina. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini, handaði vinningin á 15.000 krónur. Heiðrikur var staddur uttanlands, so Christa Reynheim tók ímóti virðislønini vegna Heiðrik.
Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini, kunngjørdi vinnaran av Geytanum og fortaldi, at dómararnir høvdu verið sera samdir undir allari gongdini. Tey dømdu vinnaran út frá trimum økjum; søgu, filmiskum frásøgusnildum og tøkni. Her hildu dómararnir, at Skuld var bestur.
Ummæli av filmunum
Röddin hevur fingið Martin Nolsøe Simonsen, sum hevur lisið film og fjølmiðlavísindi, at umrøtt filmarnar:
Risin og Kellingin hjá Helgu Djurhuus og Andreas Refsgaard – vit kenna øll søguna. Men ikki sum stop-motion film. Ein fitt og stuttlig forteljing um Risan og Kellingina, sum skuldu toga Føroyar til Íslands. Góðir figurar, góðar røddir og gott undirhald. Serstakt við stop-motion. 4 av 6 R
Det mand ikke taler om hjá Andriasi Høgenni– Søgur um neyðtiknar menn – ein nærløgd og verulig forteljing um tveir menn, sum fortelja um at verða neyðtiknir. Søgan er fortald í einari samanrenning millum fiktión og fakta. Hart og óbehagiligt, men eisini viðkomandi og áhugavert. 6 av 6 R
Gerandisdagur. Filmurin hjá Petru Eliasdóttir Mikkelsen - Ein heit, fitt og einkul forteljing um pensioneraða mannin á útróðri og ferðina frá fiski til fiskafrikadellur. Róligar, rútmiskar og nærlagdar myndir. Fevnir ikki um líka nógv, sum onkur av hinum filmunum, men sera trygt handverk. 4 av 6 R
Sum einglar vit falla hjá Mariu Winther Olsen – lagnan hjá tveimum forelskaðum gentum fær ein syrgiligan enda. Serstakliga flottar myndir, spennandi søga og nógv nærvera. Vil fortelja nógv upp á stutta tíð, men til tíðir dettur forteljingin sundur. 5 av 6 R
Autopilot hjá Róa Davidsen – Helst fyrsti føroyski animatiónsfilmurin. Um mannin, sum ansar bensinstøðini, sum fer á heysin. Stuttligt at síggja føroyska animatión, men manglar sindur í at verða ein ordliga góð og heilstoypt forteljing. 3 av 6 R.
Gongdin framleidd á Nóllywood – Hvar fer tú, um allar hurðar føra sama stað? Stutt og einkul søga um ein mann, sum opnar hurðar, men ongan veg kemur. Ikki fyrr enn hann fær hjálp frá einari lítlari gentu, sær hann ljósið. Sum við Gerandisdagur, so roynir filmurin ikki so nógv, men tað, hann ger, verður víst sera væl. 4 av 6 R
Kom og Dansa hjá Andriasi Høgenni – tragi-komiska søgan um elskarinduna í rullistólinum, sum fær vitjan av konuni hjá manninum. Ein serstakliga stuttlig og vælspæld søga. Tøkniliga haltar hon onkuntíð, og tað kundi helst verið arbeitt meira við teimum einkultu klippunum. 5 av 6 R
Fall for Ewe hjá Høgna Mohr og Jens Jákup Hansen – Í Saksun er pent og vakurt, men veruleikin, lív og deyði eru allastaðni. Eisini í Saksun. Minimalistiski filmurin um seyðin, sum gongur í deyða, er ein serstakliga einkul lítil forteljing við einum deyðiligum enda. 3 av 6 R
Podroznik hjá Franklin Henriksen– Ferðin í tokinum hjá manninum minnir mær mest um eina café noir lýsing í sjónvarpinum. Sera flottar myndir, ljóð og klipping, men má siga akkurát sum er. Eg skilti ikki søgnua! Men tá myndirnar eru so flottar, so er kanska ikki neyðugt at vita akkurát, hvat tað handlar um ☺ 4 av 6 R
Skuld hjá Heiðriki av Heygum – mamman, sonurin og húsið við doyggjandi konuni. Ein ræðufilmur. Flest øll ýldu ella visti ikki, hvønn veg tey skuldu venda sær, tá óbehagiligast stóð til. Ein filmiskt serstakliga væl gjørd søga við framúr góðum leikarum og leikstjórn. Uppiborin vinnari. 6 av 6 R
Röddin ynskir Heiðriki av Heygum til lukku við virðislønunum.
Myndir: © Sonja Wang Hansen
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |